Føroyar-Bermuda 3-0 (25-12, 25-16, 25-21):
Tann, sum helt, at kvinnurnar hjá Bermuda, eins og menninir gjørdu tað fyri tveimum árum síðani, kundu arga Føroyar, kundu ikki farið nógv meira skeiv í sínum metingum.
Eins og undanfarnu dystirnir móti Hitra og Orkney, so gjørdist talan um eint walk-over hjá Føroyum, sum soleiðis eru í finaluni, uttan at tær veruliga hava spílað seg út. Undantakið var kanska byrjunardysturin móti Rhodos, men tá alt kom til stykkis, mundu føroysku kvinnurnar eiga eins stóran lut í spenninginum, sum heimaliðið hevði tað í tí dystinum.
Skulu upp á tærnar
Eftir sigurin á Bermuda fingu vit orðið á Anniku á Stongum. Og tó at hon ásannaði, at fleiri dystir hava verið rættiliga lættir, so heldur hon staðiliga fast um, at føroysku kvinnurnar ikki hava undirmett nakran.
- Vit hava lagt stóran dent á, at vit eru púrasta klárar, tá vit fara inn á vøllin. Tí tað má ongan tíð vera soleiðis, at tú undirmetir eitt mótstøðulið. At spælið so er dovnað ígjøgnum dystin, er nakað annað.
Men tað kann ikki roknast við, at tit sleppa eins væl í finaluni. Eru tit púrasta klárar, og eru tit nóg skarpar, nú seinastu dystirnir hava verið somikið lættir?
- Tað skulu vit vera. Saaremaa hava eitt sera gott lið, og eitt nú vunnu tær 3-0 á Rhodos á veg til finaluna. Tí er eingin ivi um, at vit skulu vera púrasta klárar, tá tann dysturin byrjar. Eru vit tað, og megna vit at spæla upp til besta og spæla okkara spæl, so ivist eg ikki í, at vit eisini hava møguleikan at vinna tann dystin, sigur Annika.










