Føroyingar fara suðureftir á brúdleypsferð, og skal tað vera ordiliga romantiskt, mugu vit fara heilt til Hawai. Men fyri nøkur eru Føroyar bæði eksotiskt og romantiskt.
Simon Butler er í Føroyum við unnusti síni, tí føroyska familja hennara skal hava eina syskinabarnaveitslu. Heidi Apol Bourne hevur føroyska mammu og hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr, men hetta er fyrstu ferð, hon er her saman við sjeikinum.
- Áðrenn vit komu, hevði eg avgjørt, at Føroyar var eitt gott stað at spyrja Heidi, um vit skuldu giftast, sigur 34 ára gamli Simon Butler. Hann keypti trúlovilsisring í Bretlandi og tók hann loyniliga við til Føroya.
Tveir dagar eftir, at tey vóru komin, hevði Simon Butler føðingardag, og gentan keypti sum gávu eina rundferð við tyrluni. Hetta var eitt yvirraskilsi til sjeikin, men hann avgjørdi at lofta møguleikanum og yviraska hana aftur.
- Eg gekk og bíðaði eftir einum góðum høvi at spyrja týdningarmikla spurningin. Og tá hon so gav mær flogferðina, helt eg tað var eitt givin møguleiki at geva henni okkurt aftur.
Komin umborð á tyrluna tekur ungi bretin ringin framm og fríggjar. Hetta var ikki heilt lætt, tí larmurin frá tyrluni var nógvur, so Simon var noyddur at rópa. Heidi Apol Bourne grunaði onki frammanundan.
- Eg varð so kløkk, at eg fyrst fór at gráta. Tyrlutúrurin var stuttur, og eg sá ikki nógv av Føroyum. Fyrst grótu vit, so mussaðust vit, og so lendu vit, sigur hálvføroyska kvinnan flennandi.
- Yes, we cried, kissed and landed, samtykkir forelskaði drongur hennara smílandi.
Simon Butler er hugtikin av Føroyum, sum hann heldur vera bæði vakurt og spennandi. Føroyar hava eitt ‘stunning scenery’, sum hann tekur til.
- Vit hava verið í Kirkjubø, Gøtu, Klaksvík, Viðareiði og Café Natúr. Alt var líka bergtakandi, staðfestir blíði bretin.
Serliga eru tað brøttu forbergini og tokan, sum fanga. Og friðurin. Heidi og Simon búgva í Birmingham við tí stórbýarlívið og tætta trafikki, sum hoyrir til ein bretskan stórbý. Hetta lítla oyggjalandið við smáum, litføgrum húsum liggjandi á brøttum fjallalíðum er tí næstan sum ein dreymaverð fyri tey.
Bretsk-føroyskur kærleiki
Søgan um forelskaða bretan, sum valdi føroyska luftrúmið at fríggja til hálvføroysku unnustu sína, hevur eisini eina romantiska millumlanda forsøgu.
Abbasystir Heidi Apol Bourne, Jóhanna Apol, møtti einum bretskum hermanni undir krígnum. Bretin fríggjaði, og Jóhanna flutti sum krígsbrúður við manni sínum til Bretlands. Nøkur ár seinni bjóðar hon 16 ára gomlu systirdóttir sínari at koma at búgva hjá sær. Og hendan systirdóttirin er mamma Heidi Apol Bourne.
Heidi og Simon steðga bara eina viku í Føroyum. So venda tey aftur til stórbýarlívi í Birminham, har hon arbeiður sum sjúkrarøktarfrøðingur á einum stórum barnasjúkrahúsi, og hann júst hevur stovnað eitt húsameklarafelag saman við einum vinmanni.
Men tey ætla sær aftur til Føroyar.
- Sjálvandi koma vit aftur, og vit mugu eisini fara ein túr við tyrluni aftur. Hesu ferð sóu vit jú onki, siga tey bæði flennandi.