Fríðgerð sett sum fyrstilærari í Hósvík

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett Fríðgerð í Líð í starv sum fyrstalærara í Hósvíkar skúla. Tað boðar mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.


Upplýst verður, at Fríðgerð í Líð er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2012. Fríðgerð í Líð hevur síðani starvast sum lærari í Hoyvíkar skúla og á Føroya Fólkaháskúla. Fríðgerð hevur eisini starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í Gundadali og hevur verið vikarur í fólkaskúlanum í átta ár.


Harumframt er nýggi fyrstilærarin í holt við at taka leiðsluútbúgving í almennari fyrisiting sum sjálvlesandi, og er stjóri í egnari fyritøku, har hon umboðar, sniðgevur og selur bundnar vørur við merkinum FíL.


Mentamálaráðið upplýsir, at Fríðgerð í Líð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla 1. august 2017.