Ivaleyst munnu øll, sum nógvu tey seinastu árini hava verið í Svínoy, komast við Fríðgerð. Inntil eina ferð fyrr í ár hevði hon handilin. Eftir at hon stongdi, hevur eingin handil verið í Svínoy.
Fríðgerð er svínoyingur. Dóttir Onnu og Jóannes Joensen, sum var bóndi í Heimistovu. Anna var dóttur Ingu og Símun Júst Jacobsen, sum var læraralærdur og eisini hevði handil. Hann var eitt skifti løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Anna og Jóannes áttu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg, Ingibjørg og Fríðgerð, sum er yngst, og bara var ellivu ára gomul, tá ið mamman doyði í 1944. Jógvan og Fríðgerð búgva í Svínoy, Ragnhild og Ingibjørg búgva í Klaksvík, og Valborg býr í Norðdepli. Hans Jacob og Símun, sum báðir eru farnir, búðu í Klaksvík.
Í barndómsheiminum hjá Fríðgerð vóru eisini fastur hennara, Jóhanna, og Frida, sum var systkinabarn pápan. Tær vóru báðar ógiftar og vóru kærkomnir stuðlar hjá Jóannesi, eftir at hann hevði mist konuna, sum bara var 43 ára gomul, tá ið hon doyði.
Fríðgerð giftist í 1956. Tá fluttu hon og maðurin í húsini hjá fastrini, Anniku, og Heina Justinussen, sum áttu hús í Klingrugarði. Tey bæði vóru tá flutt til Klaksvíkar at búgva. Frida og Jóhanna vóru frammanundan fluttar niðan í Klingrugarð at búgva.
Fríðgerð giftist við Heina Joensen, sum er ættaður úr Svínoy, og tey hava øll árini búð í Svínoy. Í so lítlari bygd er tað kærkomið við teimum, sum á ein serligan hátt eru stuðlar undir lítla samfelagnum. Eingin ivi er um, at Fríðgerð og Heini hava talst og teljast millum sovorðin fólk. Heini var skipsmaður og útróðrarmaður. Í nógv ár róði hann út við Fuglbergi og Áarbergi, sum svínoyingurin Poul Justinussen í Klaksvík átti.
Miðskeiðis í seksti árunum keyptu Fríðgerð og Heini sær hús uppi á Váli. Fríðgerð hevur altíð verið heima. Hon tók sær av manni og børnum.Heini hevur havt festi Har Heimi, sum tað verður rópt, og Fríðgerð hevur verið honum stórur stuðul, og tey bæði hava verið álit hjá so mongum øðrum, sum hava átt jørð í Svínoy. Fríðgerð hevur havt serliga gott samband við eldra fólkið í bygdini. Í mong ár hava tey bæði havt við kirkjuna at gera. Prestur býr altíð hjá teimum, tá ið hann vitjar bygdina.
Fríðgerð og Heini eiga tvey børn. Heri og Anna Jórun búgva bæði í Havnini. Hann er prestur í Vesturkirkjuni, og hon er pedagogur.









