Tað hevur ikki vignast serliga væl hjá makrelskipunum teir seinastu dagarnar, men næstseinasta samdøgrið royndist betur. Í gjár kom Finnur Fríði á Tvøroyri við 1.600 tonsum av makreli til Varðin Pelagic, og tá hann hevði lagt nóg mikið upp har, fór hann á Kollafjørð við hinum partinum av lastini.
Tað eru Fagraberg og Jupiter, sum samtrola, og Finnur Fríði pumpar fiskin umborð, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.