John Johannessen
Fyrrverandi landsstýrismaðurin, Signar á Brúnni, og Tjóðveldisflokkurin samdust í gjár um, at Signar á Brúnni skuldi fara úr landsstýrissessinum, meðan málið um embætisførslu hansara verður viðgjørt av óheftum kanningarstjóra.
Høgni Hoydal vísir vegna flokkin á, at slíkar atfinningar, sum tær løgtingsgrannskoðararnir eru komnir við, ikki kunnu fara aftur við borðinum.
? Bert tað, at ivi er reistur umlógarbrot, er nóg mikið til, at fólk ikki hava álit á, at stýrisskipanin verður hildin. Og um slík mál ikki fáa avleiðingar og verða viðgjørd til fulnar, kann hetta fáa sera álvarsligar fylgjur fyri samfelagið, sigur Høgni Hoydal.
Ganga á odda
Sambært Høgna Hoydal eru Signar á Brúnni og Tjóðveldisflokkurin vorðin samd um, at flokkurin eigur at ganga á odda fyri at skapa álit og fyridømir fyri, at slík mál fáa ta viðgerð, ið setur greiðar linjur, hvat skal bera til hjá einum landsstýrismanni. Ábyrgdin skal staðfestast hjá landsstýrismanninum, fyrisitingini og øllum øðrum pørtum í slíkum málum.
Høgni Hoydal sigur seg við hesum rokna við, at gott fordømi er skapt fyri, hvussu slík mál frameftir kunnu fáa eina rættartrygga viðgerð, ið tryggjar at alt kemur fram og ábyrgdin verður staðfest. Somuleiðs væntar hann at fordømi er skapt fyri, hvussu ljós verður kastað á stýrisskipanarlógina og ábyrgd landsstýrismanna og hvussu álit verður skapt á stýrisskipanina
Tjóveldisflokkurin roknar eisini við at hava skapt fordømi fyri, hvussu vit tryggja, at slík mál ikki verða avgjørd gjøgnum ákærur og dómar í fjølmiðlunum, hvussu vit tryggja, at einstøk mál verða viðgjørd við grundarlagi í rættartrygdini á øllum økjum frameftir og hussu vit loysa slík mál í fullum opinleika við virðing fyri fólkaræðinum, løgtingi, landsstýrismonnum og fyrisiting teirra.
Landsstýrismaðurin ósekur
Tjóðveldisflokkurin stendur, eins og landsstýrismaðurin sjálvur, fast við, at Signar á Brúnni er ósekur í ákærunum frá løgtingsgrannskoðarunum.
Flokkurin sigur seg gjølla hava viðgjørt málið, og er hann komin til ta niðurstøðu, at tað er púra høpisleyst at misteinkja landsstýrismannin og leggja hann undir nakran persónligan áhuga í málinum.
Tað stendur greitt, at hetta er eitt mál, ið ikki eigur at brúkast sum ein heksajakt eftir landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum. Málið um roknskapin hjá sjónvarpinum hevur verið viðgjørt púra opið fyri almenningin og løgtingi. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin grundgivið fyri sínum avgerðum um, at hann var noyddur at gjalda lønir og skyldur hjá sjónvarpinum, tí annars hevði landskassin misrøkt sínar skyldur mótvegis triðjaparti, sigur Høgni Hoydal.











