Fráfaringaraldurin nú 70 ár

Almenn starvsfólk kunnu nú halda fram í starvinum, til tey eru 70 ár

Almenn starvsfólk noyðast ikki longur frá, tá tey fylla 67 ár.

Tað hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásett í einum nýggjum rundskrivi, og broytingin fær gildi 1. november. Hóast fráfaringaraldurin hækkar upp í 70 ár, hava starvsfólk framvegis rætt til at fara frá fyri aldur, tá tey eru vorðin 67 ár.

Tað var í arbeiðsloysinum í kreppuárunum, at almenni fráfaringaraldurin fór niður í 67 ár.

Tey, sum halda fram at arbeiða til tey eru 70 ár, varðveita grundupphæddina í fólkapensjónini.