1 – Romário de Souza Faria er føddur 29. januar 1966 í Rio de Janeiro. Hann hevði ein fátæksligan barndóm og spældi fótbólt við einum lokalum ungdómsliði í Rio de Janeiro, tá fólk varnaðust evnaríka unglingin. Brátt kom hann til stóra felagið Vasco Da Gama at spæla.
2 – Hann spældi fótbólt í Brasilia, inntil hann í 88’ varð sæddur av hálendska fótbóltsumboðsmanninum Piet de Visser, sum flutti Romario til hálendska felagið PSV Eindhoven.
3 – Í 93’ skifti Romário til Barcelona, sum tað árið spældi undir heitinum “Dream Team”, orsakað av nógvu stjørnunum á liðnum. Teir vunnu meistaraheitið, og Romario varð ligatoppskjútti fyrsta árið, hann var í Spania. Hann hevur millum annað eisini roynt seg bæði í USA og Australia.
4 – Í HM-kappingini í 1994 hevði Romário ein stóran leiklut í heimsmeistaraheitinum hjá Brasilia, og hann varð eisini toppskorari í HM endaspælinum.
5 – Hann er kendur sum ein av bestu fótbóltsspælarum í verðini, og í 1994 varð hetta heitið alment staðfest, tá hann varð kosin heimsins besti fótbóltsspælari.
6 – 20. maj 2007 skoraði Romário sítt mál nr 1000, og tað fekk sera nógv umtalu í heimspressuni. Summi vóru tó misnøgd við umtaluna, tí hann taldi bæði mál í undgdómsdystum og vinardystum við, og í skrásettum dystum fekk hann “bara” 929 mál.
7 – 28. oktober 2007, bert seks mánaðir eftir mál nr 1000, vístu dopingroyndir, at Romário hevði dopingarevni í blóðinum. Romário vardi seg og segði, at hann ikki hevði dopað seg við vilja, men at hann hevði tikið eitt evni fyri at sleppa undan at gerast skallutur.
8 Umframt at vera kendur sum ein framúr góður fótbóltsspælari, so er Romário eisini kendur fyri sín sera aktiva leiklut í náttarlívinum og fyri ikki at tíma serliga væl at venja.
9 – Yngsta dóttur Romário hevur downs syndrom, og sambært Romário, hevur hon æruna av, at hann endiliga er vorðin vaksin.
10 – Romario stillaði upp til valið í Brasilia fyrr í ár, og hann er nú valdur inn fyri sosialistaflokkin við nærum 150.000 atkvøðum. Hann fekk 6. flestar atkvøður, og fer við flokkinum at skipa stjórn saman við núverandi forsetanum. Romário fer serliga at arbeiða fyri ítróttinum í fátæku økjunum og fyri rættindum teirra brekaðu.