Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin

Tað er nú greitt, at Hjalmar Zachariassen verður eitt av valevnunum til løgtingsvalið. Hann verður valevni hjá Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis.

 

Annars arbeiddi hann við at stovna ein annan flokk, Føroyaflokkin, men slepti ætlanini, tí tað var ov strævið hjá einsamøllum manni at savna tær 800 undirskriftirnar, sum krevjast.

 

Men hann sleppur kortini ikki ætlanini at fara upp í politikk, tí nú stillar hann upp fyri Framtakið fyri rættin at velja kannabis. Hann var við, nú flokkurin hevur handað Innlendismálaráðnum tær 800 undirskriftirnar, sum krevjast. Vit hava meiri um hetta um eina løtu.