##med2##
Óli G. Samuelsen hevði tveir gestir í sendingini Flogbóltspanelið á FM1 seinnapartin.
Fyrri gesturin var serbiska Nikolina Alter, ið hevur eina fortíð í ÍF og Drátti í bestu føroysku kvinnudeildini.
Nikolina Alter hevur seinni árini roynt eydnuna í finskum flogbólti, har hon hevur spælt við Pieksämäki Volley.
Nikolina Alter, ið er vorðin 38 ára gomul hevur valt at gevast at spæla flogbólt á hægsta støði. Hóast støðið í Føroyum ikki var tað hægsta, so er hon sera fegin um tey fýra árini hon spældi við ÍF og við Drátti.
Óli G. Samuelsen fekk orðið á Nikolinu Alter, ið hevði frætt um føroysku luttøkuna í NEVZA kappingini, ið var í Finnlandi í farna mánað, og nýtti Nikolina høvið at heilsa uppá.
Seinni gesturin hjá Óla var formaðurin Í FBF, Magnus Tausen. Óli og Magnus umrøddu broytta kappingarleistin.