Regin Eikhólm
?????????????
Undir yvirskriftini: "Útspilling spillir fólkaræðið" hevur varaløgmaður, Høgni Hoydal, eina viðmerking í Dimmalætting og Sosialinum 09.10.01, har hann átalar tað støðugt vaksandi útspillingina í politiska orðaskiftinum, og sum hann sigur ikki kann góðtakast.
At útspilling veruliga spillir fólkaræðið er varaløgmaður eitt gevandi dømi um, nú hann et al. í 3-4 ár hevur gingið á odda í eini grundleysari útspillingar herferð ímóti øllum tí, sum hevur samband við okkara 600 ára gamla ríkisfelagsskap. Tí man fáur taka hesa viðmerking frá varaløgmanni fyri annað enn lip service ella innantóm orð. Bara at vilja seg sjálvan er ein fólkaræðislig spilla í sjálvum sær og hevur onki við virðiligt fólkaræði at gera.
Donsk imperialisma?
Kenda parolan hjá varaløgmanni um at danir og ríkisfelagsskapurin eru rótin til alt ónt heldur áfram, sjálvt eftir at "Frágreiðingin um 80-árini" frítók danir og ríkisfelagsskapin fyri miseruna.
Heldur ikki núverandi málkøni stjórin á loysingarblaðnum Fregnir helt seg ov góðan til í síni móðurmálsgrein í tí annars ópolitiska mentanarálitinum "Avmarkaður Marknaður" 1996, at skíra danska samskiftið við Føroyar fyri "donsk imperialisma" endurtikið heili 5 ferðir ( s. 52,53 og 56), samstundis sum vælkenda hálovanin ella rættari kanoniseringin av teimum proloysingarhugaðu verður sett í fokus. Imperialisma er kúgan og vald yvir fremmandum landi og fólki. Men eins og í øðrum propagandamateriali verður als einki sagt um nakað alternativ, hvussu vit føroyingar uttan at vera partur av ríkisfelagsskapinum høvdu kunna ment og uppgraderað okkum til tað, vit eru í dag - eitt frælst og framkomið samfelag.
Okkara 600 ára gamli ríkisfelagsskapur hevur dugnað og stuðlað alt frá uppskrivingum og innsavningum til útbúgvingar av øllum handan slag. Við rúmsáttum arbeiðsumstøðum gjørt tað møguligt hjá eitt nú V. U. Hammarshaimb og okkara lærdu annars, at fáast við eitt táverandi breyðleyst ítriv, men sum seinni skuldi vísa seg sum kjølurin undir okkara máli og mentan. Ríkisfelagsskapurin hevur eisini dúgliga stuðla útgávum og veitt styrk til listarligar føroyskar úrmælingar - uttan mun til teirra politiska lit! Men gráa tøkkin: "Donsk imperialisma" - segði nakar útspilling?
Tað at vit føroyingar eru tvímálsligir og ikki bert hava heimamálið at líta á eigur ikki at geva málkønum nationalistisk kompleksir, tí so hevði verið synd í 70% av heimsins íbúgvum, sum verða roknaðir fyri at hava minst tvímálsligan førleika.
Í Indonesia eru til dømis yvir 13.000 oyggjar harav 4.000 við búseting og 200 móðurmál - øll undir einum aðalstýri, men tey hava helst ongan loysingarministara á lønarlistanum enn?
Nationalistiskur verbalkøstur
Eingin átala hoyrdist frá varaløgmanni, tá ein av loysingar sjefideologunum uttan fyri Hotel Hafnia uppí anliti á Nyrup samanbar Nyrup við Hitler, ella tá maritimi mentamálaráðharrin í Sosialinum skírdi Nyrup fyri ein svínhund. Nei, síðani varaløgmaður trein á politiska loysingarpallin við sínum danifoba hugburði, er tað líkasum vorðið alt meiri legalt at seta niðrandi nøvn á ikki loysingarsinnaðar føroyingar og heldur ikki her tróta orðini í nationalistiska verbalkøstinum: quislingur, landasvíkjari, danskaravinur, ikki rættur føroyingur v. fl..
Hinvegin kunnu vit tó kanska frøast um, at tað endiliga er gingið upp fyri varaløgmanni, at tað er ein heimur uttan fyri hansara narsistiska loysingarspegil, nú stórur partur av Føroya fólki í fleiri fylgjandi meiningarkanningum hevur vent loysingarpolitikkinum hjá honum baki.
Lip service ella loysingarskrøgg sum mantra
Sum ein annar Erasmus Montanus, ið ikki kendi til tær grundleggjandi logisku fortreytirnar og tí gjørdi falska niðurstøðu, legði varaløgmaður hart út í Sjónvarpi Føroya tá hann visualiseraði danska skurkin í bankasakini við eftirgjørdum myndum, men niðurstøðan var følsk smb. "Frágreiðingina um 80-árini." Niðanfyri nøkur dømir sum tala fyri seg.
* Lyftið til Føroya fólk frá varaløgmanni og løgmanni ultimo 1998 um breiðan meiriluta fyri nýskipanaruppskotinum varð ikki hildið og danir fingu skyldina.
* Loysingarrópini um at føroyingar fáa tað nógv betri uttan fyri ríkisfelagsskapin halda ikki, tí livifóturin lækkar smb. stjóran á hagstovuni!
* Uppáhaldið, um at danir tjena meir uppá Føroyar enn blokkurin kostar teimum, er ongantíð ávíst og er ikki eftirfarandið smb. serkønum!
* Føroyar hava hvørki brúk fyri Nato ella ríkisfelagsskapinum, var niðurstøðan hjá loysingarfylkingini, men terrorin hevur lært okkum annað, og uttan trygd frá ríkisfelagsskapinum fleyg Atlantic Airways helst ikki í dag.
* Flestu "rættu" føroyingar ynskja loysing frá Danmark verður sagt, men hetta er ikki rætt smb. meiningarkanningum!
* Føroyar skuldu gerast bíligari at reka við effektivisering, men eru vorðnar dýrari, eisini ein skeiv fortreyt.
* Pengar hava ikki so nógv at siga í einum fullveldis Føroyum, onnur virðir telja meiri, heldur varaløgmaður uppá, men politikaralønirnar eru hækkaðar til tað dupulta og pensiónin til landsstýrismenn er vorðin 5 falda tað Palliba fær. Heldur ikki her hanga orð og gerningar saman, og soleiðis kundu vit hildið áfram við at tikið úr dreymaheiminum hjá loysingarfylkingini. Teirra hugsjón er on/off, og hevur tíverri hvørki nú ella tey seinastu 50 árini havt rygg til vanliga fólkaræðisliga viðgerð.
Varaløgmaður hevur við lip service ella loysingarskrøggi sum mantra (heilagt orð/útsagn frá guru) gingið uttanum fólkaræðisliga atferð og snarað politiska leikpallinum frá eini nýskapandi Erasmus Montanus konfiguratión til eina sjálvsøkna talibanlíknandi rørslu við elimentum, sum okkara fólkaræðið hevði verið ríkari fyriuttan!
Samríkissinnaða anstøðan tykist at hava sannað, at " med ræv skal man ræv fange", og tí kastar eisini hon til tíðir úr tí nationalistiska verbalkøstinum. Hetta er eitt "nødvendigt onde" men er í longdini óvirðiligt og spillandi fyri okkara fólkaræði.
Men varaløgmaður liggur sum hann hevur reitt, og átti fyrst at sópa fyri egnum durum, áðrenn hann vendir sær til onnur. Hann átti at vita, at við oratoriskum førleika fylgir ábyrgd og misbrúk av professionellum fjølmiðlaførleika er helst stórsta hóttanin ímóti okkara aldargamla fólkaræði!