Hans Edward Andreasen er best kendur frá bólkinum The Dreams.
Teir komu brestandi inn á føroyska tónleikapallin í 2006 við útgávuni Tazy. Konseptið var at lata gamlar føroyskar klassikarar í nýggjan ham, og tað riggaði sera væl.
Eftir tað flutti bólkurin til Danmarkar, við eftirfylgjandi góðum úrsliti. Økti populariteturin, økta arbeiðsbyrðan og tvørrandi áhugamál førdu til, at bólkurin fór hvør til sítt í 2014.
Síðan tá hevur Hans Edward havt eina verkætlan, ið hann kallar Swardi, har hann m.a. júst hevur gjørt eina rock-operu, ið eitur Swim, baby swim, sum fekk sera góða móttøku í Danmark.
Les longri samrøðu við Hans Edward Andreasen í Vikuskiftis Sosialinum.










