Frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag!?

Gyltar visjónir vóru lagdar fram í “Visjón 2015” ætlanunum. Frágreiðingar um, hvussu føroyska samfelagið skuldi mennast frá at vera eitt ídnaðarsamfelag til eitt nútíðar vitanarsamfelag

Tó tykist tað vera trupult at fáa eyga á broyttu raðfestingina, ið hetta krevur. Hyggja vit eftir menningini hjá smábørnum, vita vit, at børn læra og mennast skjótast og lættast yngri tey eru. Tí eigur tað at verða náttúrligt, at íløgan í børnini tey fyrstu árini er munagóð og stór. Tað kemur øllum samfelagnum til góðar, at børnini fáa eina góða byrjan.

 

OECD (Organisation for Economic Co-operation and Developement) gav út eitt tíðarrit undir heitinum “Starting Strong” í 2006, har ið teir vístu á týdningin av at hava væl skipaði viðurskifti og væl útbúgvið fakfólk, at stimbra menningini hjá børnunum tey fyrstu árini. Hetta er ein boðskapur, ið ikki tykist verða serliga væl hoyrdur her á klettunum.

Eitt er tær øktu arbeiðsbyrðurnar, ið eru lagdar á “verandi” fakfólk, við krav um TRAS kanningar, menningarætlanir og námsætlanir m.a., sum merkir at námsfrøðingarnir skulu loysa fleiri uppgávur uttan at fáa tíð ella karmar til tað, sum so náttúrliga førir við sær at hesir námsfrøðingar koma at brúka minni tíð saman við børnunum og tí er spurningurin um, nakað er vunnið við øllum hesum tiltøkunum.

 

Samfelagið hevur tískil fýra átrokandi uppgávur.

at hækkað normeringarnar á stovnunum soleiðis at øktu arbeiðsuppgávurnar kunnu loysast.

at skunda undir at fleiri námsfrøðingar verða útbúnir.

at virka fyri at verandi námsfrøðingar støðast, við góðum karmum, góðari løn og eftirútbúgving.

at virka fyri at fleiri fáa hug at starvast á økinum.

 

Sum er tykist hugsanin vera, at einki skal gerast uttan dúgliga verður grenja og greitt frá tørvinum og tá sæst einki til nakrar visjónir ella vilja at hækka raðfestingina av økinum.

 

Hesi viðurskifti fáa ein at undrast stórliga á, um nakað liggur aftanfyri tankarnar um, at menna tað føroyska samfelagið, úr ídnaðar/veiðisamfelaga til eitt vitanarsamfelag.

 

Stór ábyrgd er tí á kommununum at lætta arbeiðsbyrðurnar og stuðla undir miðvísari menning av teirra starvsfólkum á økinum, samstundis sum kommunurnar eiga í nógv størri mun at fáa karmarnar á stovnunum betur. Sigast má tó, at kommunurnar hava bygt nógvar stásiligar stovnar síðstu árini, men hetta er als ikki nøktandi, tá hugsað verður um tað, sum er innanfyri teir 4 veggirnar.

 

Landið eigur eisini sín part, tí trot er eisini á væl útbúnum starvsfólkum á landsstovnum og áttu kommunur og land í felag, at fari undir, at gjørt ein endurútbúgvingargrunn – samstundis sum stórur tørvur er á gransking innan dag- og serstovnaøki. Enn ein uppgáva hjá landinum.

 

TAKIÐ NÚ DAGSTOVNAØKIÐ OG VIRKSEMIÐ Í HAR ER Í ÁLVARA!