Frá deyðastrá til Slættaratind

Sigrun hevur nú rokkið súmbolska málinum, sum hon setti sær

Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur umleið 5000 fylgjarar á Facebook síðu síni "Mítt lív við cystiskari fibrosu". Á síðuni dagførir hon fylgjarar sínar um sjúkralegu sína, og dagliga stíði, sum hon hevur av sjúkuni. Sjáldsama sjúkan hevur beint fyri gomlu lungunum, og nógv hava fylgt við teir 14 mánaðirnir, har hon hevur verið í Danmark og bíða eftir nýggjum lungum, sum hon eisini fekk í januar mánaði í ár. 

 

 

- Nógv fólk hava havt meg í tonkunum, og spurt bæði meg og familjuna um, hvussu hevur gingist. Tað kundi blíva strævið fyri tey nærmastu, at fólk spurdu so nógv, tí tey høvdu onnur ting at hugsa um, so eg valdi bara sjálv at kunna fólk um, hvussu heilsustøðan var, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp í grein í Sosialinum.

 

 

Í greinini greiðir hon eisini frá, at tað kennist fyri hana, sum hon hevur fingið ein nýggjan kjans í lívinum, og tað má gagnnýtast. Eitt av teimum málum, ið Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur setti sær sjálvari var at vinna á hægsta tindi í Føroyum.

 

 

- Tað er nakað súmbolskt í tí at koma upp á Slættaratind eftir alt tað, ið hent er seinastu árini. Eg havi aldrin verið á Slættaratindi, segði hon við Sosialin í síðstu viku. 

 

 

Fríggjadagin fór hon súmbolska túrin, sum hon hevur bíðað so longi eftir. Veðrið var frálíkt tá Sigrun, maður hennara, sonur teirra, foreldurini, og systurin við familju síni fóru til gongu niðan Slættaratind.

 


- Tað gekk fínt at ganga niðan, og eg tók tað róligt og steðgaði á nakrar ferðir á veg niðan. Tað er ein fantastisk kensla, tá man ímyndar sær, at síðani desember hevur deyðin andað meg í nakkan, og nú eitt hálvt ár seinni, eri eg á hægsta toppi í Føroyum, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.

 

 

Hon greiðir frá, at nú hetta hetta málið er rokkið hevur hon sett sær fyri at vera aktiv í gerandisdegnum.

 

 

-Meðan eg bíðaði eftir lungum orkaði eg ikki at ganga, men nú gangi eg ein túr næstan hvønn dag. Eg havi eisini keypt mær eina súkklu, og eg ætli at súkkla og vera aktiv, tí tað er so gott fyri lunguni, sigur hon.