Frídømdur fyri óviljað manndráp

Eystari landsrættur hevur frídømt ein 23 ára gamlan mann fyri óviljað manndráp í sambandi við eina ferðsluvanukku millum Skála og Skálabotn í 2010

Ein 23 ára gamal maður kann nú anda lættan, tí mánadagin frídømdi Eystari landsrættur hann fyri óviljað manndráp. Koyrikortið verður ikki tikið frá honum, og hann sleppur við bót fyri ikki at hava sitið í trygdarbelti.
Maðurin koyrdi annan bilin í eini ferðsluvanlukku, sum hendi í september 2010 á vegnum millum Skálafjørð og Skála. Hann hevði tveir aðrar ungar menn í bilinum og rendi saman við ein annan bil, sum ein ungur maður koyrdi. Hesin maðurin doyði í óhappinum.

Dømdur í Føroya rætti
Føroya rættur dømdi í fjør mannin sekan í óviljaðum manndrápi. Tað var ikki minst úr frá vitninum til vanlukkuna, einum bónda sum koyrdi ein traktor, og sum nú frídømdi maðurin yvirhálaði eina løtu fyri, at vanlukkan hendi. Maðurin varð eisini dømdur at missa koyrikortið í fimm ár.
Tann frídømdi og hinir báðir í bilinum hava alla tíðina sagt, at tað var hin bilurin, sum kom yvir í skeiva koyribreyt, at teir tí noyddust yvir í hansara breyt, men so kom hin eisini yvir í ta breytina, og bilarnir brustu saman.
Tann 23 ára gamli maðurin hevur hildið fast við, at hann var ósekur.
Bóndin stóð eisini við sítt, at tað var bilurin við teimum trimum monnunum, sum fór yvir í skeiva síðu, og at óhappið hendi tí.
Áðrenn landsrætturin endaði viðgerðina av málinum í seinastu viku, fóru allir tríggir dómararnir saman við ákæra og verja á vanlukkustaðið. Allir tríggir dómararnir sluppu at koyra í traktorinum, har bóndin vanlukkudagin koyrdi.
Landsrætturin segði, at frágreiðingin hjá bóndanum var væl lýst, og rætturin trúði frágreiðing hansara, men at tað kortini ikki kundi útilokast, at maðurin, sum var einsamallur í bili sínum, kann hava verið yviri í skeivari koyribreyt, soleiðis sum útsýnið var frá traktorinum. Tær nærri umstøðurnar vóru ikki nóg væl lýstar.
Til hetta viðmerkir Linda M. Hesselberg, ákæri, at tíverri varð eingin bilkønur við, tá ið dómarar, verji og ákæri í seinastu viku vóru á staðnum, har vanlukkan hendi fyri hálvum triðja ári síðan.