Dómur fall á miðdegi í dag í sakarmálinum, har ein mamma stóð ákærd fyri at hava burturflutt børn síni úr Danmark til Føroya.
Á rættarfundinum í seinastu viku kom fram, at mamman ikki longur sá seg føra fyri at liva saman við manninum, sum hon segði brúkti hvørt oyra til brennivín. Hon gjørdi tí av at taka dreingirnar og fara heim til Føroya við teimum.
Mamman segði í rættinum, at hon ikki helt seg gera nakað ólógligt, og hugsaði ikki um, at pápin einsamallur hevði foreldrarættin yvir eldra dreinginum.
Í rættinum segði pápin seg ikki duga at gita, hvar mamma og dreingir vóru blivin av, men fann seinni út av at tey vóru farin til Føroya.
Dómarin valdi at trúgva mammuni í stóran mun, tí hon í rættinum virkaði nógv meira trúverdug enn pápin. Hetta førdi til, at hon varð frídømd í ákærunum um burturflyting, men dømd fyri at hava forða pápanum at fáa samband við synirnar.
Ákæri og verji høvdu á rættarfundinum í síðstu viku avrátt, at revsingin skal bíða, til ein persónskanning er gjørd av mammuni.









