Fiskiveiðieftirlitið boðar í dag frá, at frá 1. februar verður ikki longur møguligt at boða frá fiskiskapi við at ringja til fráboðanarskipanina eins og áður. Samstundis fer heldur ikki at bera til at boða frá landing umvegis telefon.
– Talan er um fleiri sløg av fráboðanum, so sum at byrja og enda túr, skifta millum innara og ytru leið, og melda til beinleiðis veiðu eftir t.d. upsa, sigur Fiskiveiðueftirlitið.
Frameftir skulu fráboðanir ístaðin sendast Fiskiveiðieftirlitinum gjøgnum talgilda veiðidagbók ella umvegis heimasíðuna hjá Vørn.
Orsøkin til hetta er, at telduskipanin við telefonnummari er útgingin og verður ikki endurnýggjað.
– Fiskiveiðieftirlitið vil heita á øll, sum enn nýta hesa skipanina, at byrja at fráboða gjøgnum talgildu veiðidagbókina ella heimasíðuna beinanvegin, sigur Fiskiveiðieftirlitið.