Fráboðan um eld í húsum á Løgmannabreyt

Enn er ov tíðliga at siga, hvat er hent, men sløkkiliðið er møtt mannsterkt upp við tveimum stórum brandbilum

Fyri lítlari løtu síðani ryktu brandbilar út, tí fráboðan var um eld í einum húsum á Løgmannabreyt.

Men hvat er hent, ber enn ikki til at siga.

– Vit vita ikki heilt, hvat er á vási enn, tí hetta er so mikið feskt, sigur vakthavandi á politistøðini, nú vit ringja fyri at spyrja, hvat hetta málið snýr seg um.

Sløkkiliðið og politiið hava sum skilst úr at gera nú í kvøld, og hetta er eisini ein orsøk til, at tey ikki kunnu fortelja meira.

Fráboðanin um eldin kom nakað aftan á klokkan 21, altso fyri góðum hálvum tíma síðani. Politiið er eisini á staðnum.

Eingin fólkaskaði var, og tamarhald er á støðuni.

Vit hava nakrar myndir her, og út frá myndunum sær ikki út til at vera nakar eldsbruni.

##med2##