Fríðbjørg Jensen 60 ár

Í dag verður Fríðbjørg 60 ár. Hon er fødd í Skopun, dóttur Hildu og Frants, hon átti tríggjar beiggjar: Mads, Melanchthon og Hildibjartur.

Beiggjarnir elskaðu hana og gjørdu alt fyri hana. Hennara lív hevur verið fylt við sangi, eg minnist hana altíð við gittari. Hon hevur yrkt nógvar hundrað sangir. Fyrr vóru tað kærleikssangir, nú er tað meira andaligir sangir. Fyri meg hevur hon altíð verið nakað serligt, eg havi gleðst um at verið um hana. Vit hava havt nógvar góðar løtur saman. Hennara lætta lyndi hevur verið gull vert.


Lagnan hevur ikki verið løtt, tú misti tveir beiggjar í besta aldri, pápa mín 53 ára gamlan av sjúku, og yngsta beiggja tín 48 ára gamlan. Hann gekk burtur á Høvdesundið, hálvt ár var millum teir báðar.


Fýra av sjey børnum hevur tú eisini mist, men vit kunnu takka fyri at tú hevur havt eina góða trúgv, sum foreldur tíni hava lært teg. Hon hevur borið teg uppi, og nú tú verður 60 ár, eru vit sera glað fyri, at tú vilt koma at gleðast saman við okkum øllum í Samljóð í Skopun, har vit øll fara at gera okkara besta fyri at hugna okkum og gleðast um alt tað, sum er gott.


Tú eigur jú nógv ommubørn, harav tvey sett av tvíburum og so okkum øll, sum eru glað fyri teg og sum tú altíð hugsar um við einari lítlari heilsan og einum lítlum pakka.


Góða fastir! Eg ynski tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og nógv góð ár í framtíðini.


Heilsan Fríðhild