Frá bóndasoni til sjúkrasystir

82 ára gamli Axel Johannesen úr Vestmanna lítur aftur um bak á eitt langt lív sum sjúkrasystir millum tey veikastu í samfelagnum


Axel Johannesen, Fra kongsbondesøn til sygeplejerske, Queenswood, 2007


Axel Johannesen, kongsbóndasonur úr Vestmanna, var fyrsta, føroyska manfólk, ið tók útbúgving sum sjúkrasystir. 


Í endurminningunum, Fra kongsbondesøn til sygeplejerske, greiðir hann frá, hvussu hann sum ungur droymdi um at gerast sjómaður, eins og pápin og beiggjarnir. Hetta dámdi mammu hansara tó so illa, at Axel í staðin valdi at fara til Danmarkar at læra til diakon og seinni til sjúkrasystur. 


Í bókini lítur 82 ára gamli Axel aftur á eitt langt lív, har hann størsta partin av tíðini hevur arbeitt við teimum eldru, sjúku og brekaðu, m.a í 23 ár sum varaleiðari á einum røktarheimi á Sælandi. Hesin parturin av bókini gevur eina mynd av einum emnniskja, sum av fullum huga hevur vígt sítt lív til tey veikastu. 


Men minnini um Føroyar eru ongantíð langt burturi. Serliga í fyrra partinum av bókini gevur høvundurin eina óvanliga livandi mynd av lívinum á bygd fram til endan av seinna veraldarbardaga. 


Hóast Axel Johannesen ongantíð er fluttur heim aftur til Føroyar, rennur sambandið við tað føroyska sum ein reyður tráður gjøgnum hansara lív og bókina. Gjøgnum hansara virkna leiklut í fleiri føroyingafeløgum, fær lesarin eitt neyvt innlit í lívið millum føroyngar í Danmark.