Tormóður Stórá, yvirlækni
----
Triðji desember er av sameindu tjóðum settur at vera dagur teirra, ið bera brek. Tykist sum gamla orðið handikapp í hesum sambandi antin er við at verða drigið inn ella við at sníkja seg innaftur í málburðin um brek og skerdar førleikar. Skuldi ikki verið neyðugt, men kanska tekin um at vit eiga at gera nakrar málsligar tillagingar á økinum.
Tað eru seinstu mongu árini hendar stórar broytingar í samfelagsins fatan av fólki, ið ber brek, og stórt arbeiði er gjørt fyri at fáa skapt neyðugu viðurkenningina fyri kravinum um javnbjóðis rættindi. Nógv, góð og føgur orð og góður vilji draga rættan vegin. Lógarbroytingar, karmar og politiskur vilji sama vegin, og alt so avgerandi neyðugt eisini.
Tað hevur tó eisini stóran týdning hvussu vit rúma hesum avbjóðingum í málsliga landslagnum,- hetta hvussu vit umtala tað at bera brek. Her eru eisini hendar broytingar, sum avspegla broyttan hugburð samfelagsliga. Nevnast kann, at tá ST útnevndi 1981 til altjóða ár fyri tey, ið bera brek, so varð okkara málsligi búni ”ár teirra brekaðu” – avmyndandi vanliga málburðin (og uppfatanina) at brekaður var nakað tú vart. Snúningurin var um brekið. Tú vart brekaður. Tú vart menningartarnaður. Tú vart skizofren. Tú vart autist. Við øðrum orðum, at tú vart títt brek. Seinnu árini hava vit lært at leggja dent á alt hitt, - alt tað fólk kunnu, hóast teirra brek. Hetta má so eisini avspeglast aftur í okkara máta at umrøða hesa viðurkenning (og hugburðarbroyting). Tú ber eitt brek. Tú hevur eitt brek. Tú hevur menningartarn. Tú hevur skizofreni. Tú hevur autismu. Men tú ert so ómetaliga nógv annað.
Orðið brek hevur vunnið sær pláss, og tykist óneyðugt at grava fram aftur gamla orðið handikapp og royna at blæsa nýtt lív í tað. Men tíðin er komin til at vit lúka út í nøkrum av teimum samanhangum, sum orðið brek inngongur, og her eiga almennu myndugleikarnir altíð at ganga á odda og slóða fyri. Heitið”Ráðið fyri brekað” avspeglar gamla fatan og eigur at verða broytt til ”Ráðið fyri tey, ið bera brek”, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, eigur eisini at taka neyðugu stigini og kalla seg okkurt annað, t.d. Meginfelag fyri tey, ið bera brek, Ítróttarsamband fyri brekað somuleiðis til Ítróttarsamband fyri tey, ið bera brek........ osfr. Almannaverkið í nýggjum búna má tryggja avhøvdan av ”Brekdeild”, ”Brektoymum” ”Deildin fyri sinnisveik” o.t., sum avspegla gamlan hugburð.
Kanska smálutir á leiðini, men tað hevur rættuliga stóran týdning hvussu vit seta orð á tær avbjóðingar vit arbeiða fyri at loysa.










