Frí at taka frí tá tað hóvar

Tað kemur dátt við hjá fleiri foreldrum, at Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík letur aftur í summarfrítíðini; tey høvdu roknað við stovnurin hevði opið eins og tvey undanfarnu árini


Herfyri fingu foreldur at børnum, sum ganga í barnagarðinum á Mýrunum í Runavík skriv um, at stovnurin vegna sparingar letur aftur í summar.
               Seinastu tvey árini hevur barnagarðurin, sum tann einasti, nevniliga havt opið í summarfrítíðini. Men tá kallaðist stovnurin Kongshavnar Barnagarður og var sjálvsognarstovnur.
               Nú er stovnurin kommunalur og má fylgja tilboðunum hjá kommununi fyri barnaansing.
               At barnagarðarnir lata aftur í summarfrítíðini hevur við sær, at fólk ikki sjálvi kunnu gera av, nær tey fara í feriu. Hetta kemur sjálvsagt ikki væl við hjá øllum.
               Rodmundur Nielsen, borgarstjóri sigur, at býráðið kannar nú, um nakað kann gerast, soleiðis, at stovnarnir sleppa undan at lata aftur.
Hann sigur, at kommunan hevur skyldu til at veita øllum borgararum somu tænastu, tí ber ikki ber til, at bara ein stovnur hevur opið um summarið.
- Um hesin stovnurin skal hava opið, eins og seinastu tvey árini, má sama tilboð veitast til hinar stovnarnar hjá kommununi, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at ein víðkað tænasta telur onkustaðni, og tað kemur at kosta kommununi meira pening at lata allar tríggjar stovnarnar hava opið alt árið.
- Men vit hava fingið nógvar reaktiónir frá fólki, og hyggja nú positivt uppá, um og hvussu hetta kann loysast, sigur hann.
Fríða Lómstein, leiðari á barnagarðinum á Mýrunum, sigur, at tey royna leggja summarsteðgin eina tíð, sum passar flestu foreldrunum. Hon skilir væl trupulleikan hjá foreldrunum, men sigur, at fyri stovnin er tað ein lætti at lata aftur í summarfrítíðini.
 - Námsfrøðiliga er tað eisini best at steingja, tí skulu vit hava opið í summarfrítíðini, er neyðugt at leggja stovur saman og taka nýgg fólk inn. Tað er ikki gott fyri tey børn, sum illa tola broytingar, sigur hon.
Í Runavíkar kommunu eru 3 ansingartilboð við plássi fyri útvið 190 børnum.