- Frá at mjólka neytum til at telja pengar

Terji Jacobsen var annar av tveimum dreingjum í 10. flokki í Sørvágs skúla, sum var í starvsvenjing í Havn. Vit vóru í Føroya Banka, har hann var í starvsvenjing, fyri at spyrja hann nakrar spurningar

Hví valdi tú júst hetta starvið:
Tí at eg skuldi royna okkurt heilt annað, enn eg royndi seinast, tá ið eg var í starvsvenjing hjá bóndanum í Bø.

Hvat dámar tær at vera her:
Hampuligt

Hvat hevur tú gjørt higartil:
Talt pengar, og so havi eg fingið at vita, hvussu man arbeiðir í einum banka

Hvat gert tú beint nú?
Sperri kort sum feilur er í

Kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í framtíðini?
Nei, tí at hettar er ikki júst eg

Gleðir tú teg at fara aftur í skúla?
Nei, gleði meg ikki at fara í skúla

Hvussu er at verða í Havn
Eg haldi at tað er fínasta slag


Myndatekstur:

Terji Jacobsen í 10. flokki í Sørvágs skúla, er í starvsvenjing í Føroya Banka í Havn