Í tríggjar vikur hevur Fríða við Streym, sum er læknalesandi í Póllandi, verið í starvsvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ætlanin var annars, at hon skuldi vera í starvsvenjing í Póllandi, men seinasta koronubylgjan forðaði fyri hesum.
Tað ber til at fara í starvsvenjing í heimlandinum og tí spurdi Klaksvíkar Sjúkrahús, og tey vildu fegin hava meg í starvsvenjing, sigur Fríða við Streym í einum tíðindaskrivi frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í morgun.
Hon sigur, at hon fekk eina virksemiskætlan frá sjúkrahúsinum, og hon varð góðkend av skúlanum.Alt tað sætta lestrarárið er starvsvenjing á ymiskum klinikkum og tann parturin av starvsvenjingini, sum nú hon nú er í, er at gera skurðviðgerðir. – Hesar vikurnar havi eg arbeitt saman við trimum ymiskum skurðlæknum, einum í urologi, einum í ortopedi og einum í almennari kirurgi. Tað hevur verið sera læruríkt fyri meg at fáa innlit í hesi trý øki og í føroysku heilsuverkið sum heild, sigur Fríða við Streym. – Í Póllandi hevði tað verið lutakast um, hvørja deild eg skuldi á, og har høvdu vit verið umleið fýra fólk í hvørjum bólki. Her havi eg verið einsamøll, og tí eri eg komin nærri øllum og eri sloppin at royna meira, sigur hon.Fríða við Streym hevur arbeitt saman urologinum Jóhan Poulsen, ortopedinum Jákupi Midjord og almenn-kirurginum Boguslaw Koszman.– Eg dugi nakað av pólskum, men málið kann vera ein trupulleiki í starvsvenjing í Póllandi. Tað er nógv lættari at samskifta á føroyskum og norðurlendskum, og tað er lættari at fáa frágreiðingar og frálæru frá læknunum á málum, sum eg dugi væl, sigur hon.Tá ið hon í summar verður liðug við sætta útbúgvingarárið, skal hon í turnus í eitt ár, og eftir tað kann hon taka sergrein.