Fríða Petersen kosin til ársins leikara

Fríða Petersen er kosin til ársins leikara í íslendska felagi sínum, KA/Þór. Hetta veit heimasíða Neistans at siga.

 

Landsliðsmálverjin skifti undan seinasta kappingarári til íslendskan hondbólt, har hon spældi við uppflytarunum úr KA/Þór. Tær endaðu á einum sjeynda plássi av teimum níggju liðunum í bestu deildini, men vóru tó bara eitt stig frá at spæla seg til endaspælið.

 

Felagið hevði endaveitslu í farnu viku, og tá varð Fríða Petersen, sum spældi við Neistanum undan Íslands-ævintýrinum, kosin til ársins leikara.

 

Tað er framvegis ikki greitt, um Fríða Petersen heldur fram í íslendskum hondbólti.