Á eftirmetingarfundi í dag hava Føroya Tele og Sosialurin avgjørt at lata fría kjakið, sum hevur verið á portalinum, aftur fyribils. Hetta er gjørt, ásannandi at hetta hevur havt óhepnar fylgjur. Saman við Sosialinum hevur Føroya Tele seinastu níggju árini ment portal.fo til nógv mest vitjaðu heimasíðuna í landinum.
Umframt at hava býtt tøkniligu og redaktionellu ábyrgdina sínamillum, hava partarnir hesi árini støðugt samstarvað um at menna portalin, soleiðis at síðan í alt størri mun hevur verið før fyri at møta teimum møguleikum og avbjóðingum, sum alnetið gevur.
Seinastu tíðina hevur ein av møguleikunum verið ein kjakpartur. At byrja við hevði hesin kravda innritan umvegis fartelefon, men seinastu vikurnar er henda avmarking slept.
Føroya Tele og Sosialurin hava í eftirmeting ásannað, at hetta vísti seg at hava óhepnar fylgjur, tá dulnevndir kjakarar við hesum fingu ov frítt spæl mótvegis tí almenna rúminum, sum portalurin er.
Partarnir eru samdir um, at eitt kjak í einum somikið opnum rúmi má skipast undir ávísum karmum, so hetta kann gerast mennandi heldur enn niðurbrótandi. Arbeiðið við at skipa kjakið av nýggjum er farið ígongd, og verður nýggj skipan fyri kjak á portalinum sett í verk so skjótt hendan er klár. Til hetta er gjørt, verður kjakið á portalinum afturlatið.
Føroya Tele hevur sum eigari av portalinum ábyrgd fyri heimasíðuni. Tó hevur Sosialurin ábyrgdina fyri tíðindunum, sum verða skrivað á síðuna.










