Fríða Brekku er 35 ára gomul og úr Havn, hon er útbúgvin innan málarí og grafikk á seminarium fyri handverk & design í Nørresundby.
Saman við manninum, Jan Andersson, rekur hon grafiska verkstaðin á Listasavni Føroya.
Hon hevur áður sýnt fram saman við øðrum, men hetta er hennara fyrsta sjálvstøðuga franmsýning.
Myndaevnini eru fyri tað mesta veðrar og føroyska náttúran. Eisini eru standmyndir av hundum.
Framsýningin er opin til og við mikudagin 10. november, allar dagar frá kl. 14-18.
Myndatekstur:
Fríggjadagin 5. november læt Fríða Brekku í Havn eina framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík, myndaevnini eru fyri tað mesta veðrar og føroyska náttúran
Mynd: Jens Kristian Vang