FP: Tórður dettur í ánna

Føroya Portalurin sigur seg hava saknað Tórð Mikkelsen, og leggur út eitt brot har fólkakæri tíðindamaðurin ikki hevur eydnuna við sær á tunnuflakanum við Gjógv.

Í nýggjasta filmsbrotinum hjá satiru portalinum, Føroya Portalinum, sigur manningin seg hava saknað fólkakæra tíðindamannin, Tórð Mikkelsen, og vónar at sama er galdandi fyri hann.

 

Eftir at Føroya Portalurin segði seg fara at steðga sínum virksemi 11. mai, gjørdist fyri kortum greitt, at tey vendu aftur í nýggja árinum.

 

Sum ein brellbita, hevur manningin nú lagt út eitt filmsbrot, har fólkakæri tíðindamaðurin, ið burturav gjørdist húsfólk á Føroya Portalinum, stríðist við at finna sær sess á einum tunnuflaka í ánni við Gjógv. 

 

Síggj filmsbrotið her