Síðan vit fluttu niður í ávikavist 2016 og 2018, hava vit hoyrt nógv um matstovuketuna GRØD, sum seinastu árini hevur gjørt tað kul aftur at eta greyt – ja, tú las rætt… Greyt! Nokkso hypeað og sera populert á Instagram, av tí at teirra greytarættir eru so litríkir og øðrvísi. Men vit hava ongantíð roynt tað. So nú skuldi tað vera. Spennandi.
Á Christianshavn liggur minsta GRØD-matstaðið í býnum, og tað er her, vit fara í dag. Tá vit koma inn, eru longu nógv fólk inni í teirru annars lítlu matstovuni, og stemningurin er avslappaður við chill-tónleiki í bakgrundini. Vit spyrja servitrisuna, hvørjir teir populerastu rættirnir eru, og hon viðmælir við tað sama havragreytin (nummar 1 á matskránni). So tað bíleggja vit.
Aftrat matinum fáa vit okkum ein reyðróta-djús og eina lime-lemonadu, sum kemur á borðið stutta løtu seinni. Mums! Hetta smakkar væl, eru vit bæði samd um. Reyðróta-djúsið smakkar øgiliga natúrligt, “rátt” av reyðrótum og harvið eisini sunt, meðan lemonadan er meira frísklig og søt sum ein góður summardrykkur.
Tá maturin kemur á borðið er fyrsta inntrykkið er, at tey veruliga hava gjørt sær ómak við at anrætta skálirnar. Tað liggur alt flott og er sera »Instagram-worthy«… Ella kanska heldur meira Pinterest. Kul nokk.
Sum síðunota kann forteljast, at vit eru ikki einastu føroyingarnir inni í GRØD í dag. Tvær ungar kvinnur sita eisini og eta aftanfyri okkum. Og aftaná eina løtu, kemur eitt ungt føroyskt par mín sann eisini inn. Tá ein útlendsk barnafamilja lítla løtu seinni fer frá borðinum, sita vit knappliga 3 sett av føroyingum og eta greyt í GRØD á Christianshavn… Sig so tað!
Vit eru bæði eitt sindur ósamd um, hvussu greyturin smakkar. Hanna dámar tað sera væl, meðan Pætur er meira skeptiskur.
Hanna:
– Um tær dámar havragreyt, so mást tú royna hetta. Øgiliga mettandi, og riggar væl við karamell og súreplum. Hetta kundi eg hugsað mær at etið hvønn morgun. Eisini er tað heimligt og hugnaligt at eta her inni.
– Eg havi gingið so ofta forbí og hugsað um at roynt tað, men tað er fyrst nú eg royni tað. Eg skal heilt sikkurt royna hendan havgreytin aftur, og annars ætli eg mær royna okkurt nýtt frá matskránni eisini.
Pætur:
– Eg havi aldrin verið stórur fan av havragreyti. So tí ber illa til hjá mær at døma hendan greytin. Men eg má siga, at hetta er besti havgragreytur, eg havi fingið. Og tað er nokk serliga orsakað av karamell-sósini og súreplunum. Smakkar sunt.
– Eg hevði nokk ikki funnið uppá at keypt hetta sjálvur aftur, av tí at greytur generelt ikki sigur mær so nógv. Men eg kann heilt vist viðmæla tað til greyta-elskarar.
– Eg royndi eisini Congee-høsnarungarættin, sum ikki er vegetarrættur, og tað var rættiliga gott. Riggar væl við peanuts, koriander, sesamolju og soya. Kanska í so greytut tó í longdini.
##med2##
##med3##
##med4##