Tað verður ongin lið-fótbóltur í Føroyum fram til og við 10. juni. Tað boðar Fótbóltssambandið frá í dag. Her er talan bæði um landskappingardystir og steypadystir hjá bæði teimum yngru og eldru.
Hetta er ikki galdandi fyri A-landsliðið, U21-landsliðið og U19-landsliðið, sum øll skulu spæla í Føroyum komandi dagarar. Her verður tað uttan áskoðarar.
Hetta merkir millum annað, at útsetti landskappingardysturin millum TB og ÍF aftur verður útsettur, og tað sama er galdandi fyri útsetta steypadystin í kappingini um Løgmanssteypið millum B71 og HB. Í morgin skuldi eisini verða fult umfar í Betri deildini hjá kvinnum, men tað verður eisini útsett.