Aftur í dag fara Føroya Tele og Televarpið at vísa fótbóltsdyst á stórskíggja í Vágsbotni í Havn. Á skránni klokkan 16 er dysturin millum Ísland og Nigeria.
– Vit valdu at vísa dystirnar hjá Íslandi til EM endaspælið fyri tveimum árum síðani. Tað eydnaðist so væl, at vit valdu at vísa dystir aftur hesaferð til VM endaspælið, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.
Hann sigur, at tey bara sleppa at vísa dystir gerandisdagar, sum eru aftan á klokkan fýra, tá tey sleppa ikki at steingja vegin fyri ta tíð. Tað avmarkar sjálvandi eitt sindur, tá fleiri dystir eru gerandisdagar fyri klokkan 16.
– Vit gera hetta eisini fyri at gera summarið eitt sindur hugnaligari og fyri at savna fólk til eitt hugnaligt uttanduratiltak, sigur John Syderbø.
Les meira um 9. dagin í VM: Dagur 9: Stórur dagur fyri Ísland
Tað er felagið AvLux sum eigur stórskíggjan, sum Føroya Tele og Televarpið hava leigað til uppgávuna í Vágsbotni.
Hans Andor Johannesen frá Avlux sigur, at talan er um ein spildurnýggjan skíggja, sum fyrstu ferð varð brúktur síðsta leygardag til fótbóltsdyst í Vágsbotni.
– Hann er 18 fermetrar stórur í dag, men kann eisini vera 24 fermetrar. Av tí at tað er nakað av vindi, so hava vit ikki allan skíggjan uppi í dag, sigur Hans Andor Johannesen.
Teir sum hava skil fyri stórskíggjum tosa í fermetrum. Men fyri at samanbera við vanligar sjónvarpsskíggjar, sum verða máldir í tummum, so er stórskíggin sum nú stendur í Vágsbotni 263 tummar. Og tá hann er í fullari stødd er hann 278 tummar.
Hans Andor Johannesen sigur, at felagið hevur keypt handa skíggjan til júst slík uttanduratiltøk. Hann er gjørdur til at brúka uttandura og tolir tí bæði regn og vind.
– Hann hevur eisini sera sterkt ljós, 5.500 nits, sum er ljós mált upp á fermeturin. Tað merkir, at tú sært væl myndina, sjálvt um sólin skínur á skíggjan, sigur Hans Andor Johannesen.
Dysturin millum Ísland og Nigeria verður klokkan 16 í dag.