Teitur Joensen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið hjá Rás2, sum viðgjørdi tey heimligu fótbóltsviðurskiftini.
Teir fagna allir Atla Gregersen, sum einum litføgrum persóni, sum ger tað stuttligari at fylgja føroyskum fótbólti. Tó eru mennirnir í panelinum ikki samdir um hvørt Atli skal hava eina revsing fyri úttalilsini ímóti dómaranum, sum hava verið at hoyrt á Rás2 og in.fo seinastu dagarnar.
Panelið viðgjørdi eisini teir fimm dystirnar í 25. umfarinum í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Teitur Joensen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge høvdu at siga um heimligan fótbóltin á hesum sinni.