Fótbóltur á Rás2 í seks tímar í dag

Sent verður frá klokkan 14.10 til klokkan 20.10

Ein drúgv seks tímars fótbóltssending verður á Rás2 í dag, har sent verður frá klokkan 14.10 til 20.10.

 

Fyrst verða upptaktsprát, sum Heri Simonsen hevur við Andrass Drangastein (AB), Baldvin Baldvinsson (B36), John Andersen (NSÍ) og Jóhann Lützen, Kí. Hilmar Jan Hansen sigur frá NSÍ-KÍ, og Tróndur Arge sigur frá B36-AB. Ólavur Larsen verður heimildarmaður til ÍF-FC Suðuroy, og Rógvi Dam verður heimildarmaður til EB Streymur-TB. Hesir dystir byrja allir klokkan 15.

 

Fram til Tróndur Arge fer at siga frá HB-Víkingi klokkan 17.45, fara vit at hava "3. hálvleik", har vit eisini fara at práta við Julian Johnsson, venjara hjá Svendborg.

 

Besta smsið, sum kemur inn á 559999 vinnur tvey atgongumerki til Føroyar-Grikkaland, sum verður á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni. Til ber at lurta á www.midlar.fo og á www.ras2.fo