Fótbóltsvísindi er vegurin fram, um tú skalt blíva betri fótbóltsspælari. Hóast ein spælari í Premier League í 2012 rennur eins nógv og ein spælari gjørdi í 2006, so er stórur munur á.
Tað kom fram á námskeiði í Brøndby í farnu viku, har Magni Mohr millum annað hevði fyrilestur. Fleiri enn hundrað fólk innan fótbóltsvísindi, venjarastarvið og spælararøki vóru samlaði á einum stað at deila sína vita.
Stóri munurin á teimum í miðal 10,5 kilomertrunum, sum ein Premier League fótbóltsspælari rennur í dag er, at fleiri av teimum metrunum eru í toppferð. Ein spælari spurtaði í miðal 120 ferðir í einum dysti í 2006, meðan talið í 2012 er 170 spurtar fyri hvønn dyst.
Magni Mohr vísti á, at tað er ymiskt hvussu tú venur ein miðverja sum John Terry, og ein miðvallara sum Frank Lampard. Teir gera ymiskar uppgávur á vøllinum og tí mugu teir venjast ymiskt.
Eitt nú verður víst á, at ein bakkur í dagsins fótbólti skal renna nógvar metrar og gjara í beinari linju. Tað skal ein miðverji ella miðvallari ikki. Tí skulu teir venjast ymiskt.
- Vit hugdu eftir taktikki, teknikki og fysikki hjá nøkrum av spælarunum. Síðani skuldu luttakararnir fyrireika venjing í hopp, dribbling og spurt. Eg vísti teimum eitt klipp á áleið fimm minuttir av hvørjum spælara. Síðani skuldu teir kjakast innanhýsis um hvussu teir einstøku skuldi venjast. Soleiðis løgdu vit so venjingina til rættis, greiðir Magni Mohr frá á heimasíðuni hjá videnskab.dk.
Magni Mohr hevur millum annað gjørt eina bók saman við Jens Bangbo um júst persónliga venjing.
Les eisini: Magni Mohr við nýggjari bók
Samanumtikið varð víst á, at fótbóltsvísindi við hjálp frá teknikki, ið mátar hvat spælararnir gera, er vegurin fram í dag. Hetta er nakað tey stóru feløgini hava gjørt í eina tíð, men nú byrja feløgum sum FC Midtjylland at melda seg inn í framburðin.
- Uttan vísindi í fótbólti, so hevur eitt lutfaldsliga lítið land sum Danmark ongan møguleika, sigur Peter Rudbæk , tekniskur stjóri í danska fótbóltssambandinum.
Spurningurin er so, um vit í Føroyum hava nakran møguleika at fylgja rákinum?