Fótbóltsupptakt á Kambsdali

Fótbóltur: GÍ skipar annað árið á rað fyri innandurakappingini Atlantic Cup

Komandi leygardag skipar GÍ fyri innandurakapping í fótbólti, nevnd Atlantic Cup, fyri tey tíggju liðini í 1. deild. Gøtumenn royndu hetta tiltakið fyri fyrstu ferð í fjør, og eydnaðist tað sera væl. Eins og í fjør, tá HB vann kappingina, fær vinnandi liðið í ár seks Gjugg í Borg-ferðir til Reykjavíkar frá Atlantic Airways, sum saman við Statoil er høvuðsstuðul hjá kappingini.

Pauli Jarnskor, ið er ein av fyrireikarunum, sigur, at kappingin er ætlað sum eitt slag av upptakt til sjálvt fótbóltsárið, sum byrjar í næstum.

? Tað er eingin ivi um, at tíðarskeiðið frá oktober og fram til síðst í januar er ov stilt á fótbóltsøkinum. Endamálið við kappingini er at fáa meira aktivitet hesa tíðina á árinum, sigur Pauli Jarnskor.

? Tað ganga jú eisini altíð nógvar søgur um hesa tíðina á árinum, og hetta er eitt gott høvi hjá fólki at síggja, hvør spælir við hvørjum, sigur hann.

Í fjør luttóku tey tíggju 1. deildarliðini umframt TB og LÍF úr 2. deild. Í ár verða tað bert tey tíggju liðini í 1. deild, sum vera við. Fyrrapartin í gjár høvdu tey trý suðuroyarliðini Sumba, TB og VB enn ikki boðað frá luttøku, men Pauli Jarnskor roknaði við, at tey eisini fóru at koma.

Kappingin í ár verður skipað á nøkulunda sama hátt sum í fjør. Liðini verða býtt upp í tveir bólkar, har tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma víðari til hálvfinalurnar. Í fjør spældu hini liðini eisini um lægru plaseringarnar, men so verður ikki í ár. Eftir innleiðandi bólkaspælið verða tvær hálvfinalur, síðani dystur um 3. plássið og at enda finala.

Kappingin leygardagin byrjar klokkan 10.00 og endar væntandi við finaluni um seks-sjey tíðina um kvøldið.

Ætlanin hevur verið at útbyggja kappingina, so hon fevnir yvir fleiri vikuskifti fleiri staðni í landinum, men tað verður so ikki í ár. Í ítróttarsosialinum í morgin verður meir um hesar ætlanirnar.