Spælari hjá KÍ varðhaldsfongslaður fyri kynslig brotsverk

Útlendskur fótbóltsspælari hjá KÍ er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Danski fótbóltsspælarin Patrick da Silva, sum seinastu trý kappingarárini hevur spælt við KÍ, varð fyrrapartin varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann er skuldsettur fyri fimm brot á revsilógina – øll brotini snúgva seg um kynslig brotsverk.

Tað skrivar Frihedsbrevet. 

Sambært ákæranum er Patrick da Silva skuldsettur fyri eitt nú grooming, sum er at skapa samband við barn ella ungfólk undir 18 ár við tí fyri eyga at fremja kynsligan ágang. Eisini er Patrick da Silva skuldsettur fyri at hava roynt at skaffa sær samlegu við barn undir 15 ár, og fyri at hava framt blúnisbrot, skrivar Frihedsbrevet.

Stutt fyri, at da Silva kom til Klaksvíkar at spæla fótbólt, varð hann dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blygnaðarskemd ímóti einari 14 ára gamlari gentu. 

Hóast hesa vitan valdi KÍ at gera sáttmála við spælaran. Fólk settu spurningar við avgerðina, men sambært Frihedsbrevet segði Mikkjal Thomassen, sum tá var høvuðsvenjari hjá KÍ, soleiðis við Kringvarpið um spurningin:

– Vit hava hugt nøkternt upp á spurningin. Út frá okkara sjónarhorni er hann ikki til vanda, og tað er í ordan at geva einum slíkum menniskja ein nýggjan kjans, og so má hann prógva, at vit hava gjørt tað rætta, tá ið vit geva honum ein nýggjan kjans, segði Mikkjal Thomassen.

Nú er Patrick da Silva varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri skuldsetingar um fleiri kynslig brotsverk.