Fótbóltspanelið: Mourinho eigur ikki at grenja

Fótbóltspanelið heldur ikki, at venjarin hjá Chelsea skal hava ilt av liðum, sum royna at verja á Stamford Bridge

Fótbóltspanelið hjá Rás2 var í dag mannað við Leivi Fredriksen frá Kringvarpinum og Tróndi Arge frá Rás2.

 

Fyrsta evnið Leivur og Tróndur viðgjørdu var hvørt José Mourinho, venjari hjá Chelsea kann loyva sær, at West Ham United og Sam Allardyce vardu seg til ein javnleik á útivølli á Stamford Bridge. Tað heldur hvørgin, at Mourinho hevur grund til, tí hann hevur mangan verið eksponenturin fyri at verja úrslit heim á útivølli.

 

Fótbóltspanelið metir Manchester City at verða tann størra meistaraskaps-favorittin í skrivandi stund, men Chelsea og Arsenal hava enn ein rímiligan møguleika í meistaraskapsstríðnum.

 

Tað ber til at hoyra tann fyrsta partin av fótbóltspanelinum við at trýsta á PÍLIN undir myndini.