Fótbóltspanelið: Er tað í ordan at atkvøða taktiskt?

Hendan spurningin setur Fótbóltspanelið í dag, umframt at Juan Mata kemur undir luppin

Í samband við FIFA Ballon d’or atkvøðugreiðsluna er komið fram, at Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki atkvøddu fyri hvørjum øðrum. Verður hugt eftir atkvøðunum so sæst greitt, at tað verður atkvøtt taktiskt fyri liðfeløgum.

 

Eisini okkara egni landsliðsvenjari, Lars Olsen hevur hug at atkvøða eitt sindur taktist, tá hann atkvøður fyri norðurlendingum Zlatan Ibrahimovic.  Men er tað í ordan, at atkvøða taktist í slíkum samanhangum, ella hevði tað rætta verið, at tað bleiv atkvøtt fyri tí, sum er best.

 

Juan Mata

 

Juan Mata verður í næstum Manchester United spælari. Prísurin er áleið 335 milliónir krónur. Men er Juan Mata rætti maðurin fyri Manchester United og hví velur Chelsea at selja hann til ein kappingarneyta?

 

Hoyr Fótbóltspanelið í dag klokkan 16 á Rás2.