A-landsliðið er júst komið heim frá venjingarlegu í Spania, har landsliðið millum annað vann 4-1 á Gibraltar, meðan dysturin móti Malaga bleiv avlýstur. Við á ferðini vóru Teitur M. Gestsson, Gilli Sørensen, Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad, sum allir hava aldur til U21 landsliðið.
Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 í dag klokkan 16
Sostatt fór eitt skert U21 landslið til Rumenia at spæla EM undankappingardyst, meðan A-landsliðið skuldi spæla venjingardyst móti Malaga, sum ikki hevði verið skrásettur.
Bagge: Láturlig venjingarlega hjá landsliðnum
- Hvat hugsar fótbóltssambandið? Eitt landslið skal vera umboðað við best møguligu spælarunum, serliga tá ið spælt verður um stig. Í mínum hugaheimi hevur EM-undankapping meiri at siga enn ein venjingardystur, og í mínum hugaheimi er Rumenia betri enn Gibraltar, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá B36, í VikuskiftisSosialinum.
Hoyr eisini Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara hjá A-landsliðnum siga sína meining í sendingini klokkan 16
Er tað í ordan, at Lars Olsen úttekur týdningarmiklar U21 landsliðsspælarar til eina venjingarlegu, tá U21 landsliðið samstundis skal spæla EM undankappingardyst?
Hevði ein loysn verið, at U21 spælararnir eftir dystin móti Gibraltar leygarkvøldið, fóru til Rumenia aftaná, meðan aðrir fingu møguleikan móti Malaga?
Hetta er eitt av fleiri evnum í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag klokkan 16. Tú kanst siga tína meining á 559999, og tú ert við í lutakastinum um eina brasilska landsliðstroyggju frá Thomas Dam Intersport.









