Fótbóltspanelið á KissFM

Fótbóltspanelið hevur skift pláss og verður í dag at hoyra á netinum hjá KissFM

Rás2 hevur skift net. Tað boðaði leiðslan frá í vikuni. Alt virksemið hjá Rás2 skiftir yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður Fótbóltspanelið í dag at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.

 

Rás2 hoyrist á netinum við at trýsta HER

 

Fótbóltspanelið fer hesa ferð at snúgva seg um 22. umfar í Effo-deildini, landsliðsúttøkuna, sum verður sunnukvøldið og ymiskt annað. Serligur dentur verður á oddabrakinum í Gundadali millum B36 og Víking.

 

Fótbóltspanelið byrjar klokkan 16. Til ber at senda viðmerkingar og spurningar inn á 559999.