Fótbóltspanelið á FM1: Dan ætlar at B36 skal enda í topp-3

(FM1) Dan Brimsvík var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

 

Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36 var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag. 

 

Í sendingini greiddi Dan frá hvussu tað er at vera høvuðsvenjari hjá B36, har nýmótans arbeiðshættir sum t.d. ein greinari (analytikari) eisini er partur av konseptinum.

 

Hóast byrjanin ikki hevur verið tann allarbesta hjá B36 uppá kappingina í Betrideildini, so er málið hjá B36 at røkka topp-3. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

FM1 sigur frá øllum fimm dystunum í 8. umfarinum í Betrideildini - Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Leygardagin klokkan 14: EB/Streymur-B68 (Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Leygardagin klokkan 16: AB-B36 (Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Leygarkvøldið klokkan 18.30: KÍ-Víkingur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Hjalgrím Elttør verður viðmerkjari). Sett verður norður til Klaksvíkar klokkan 18.

 

Sunnudagin klokkan 15.15: HB-07 Vestur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 16: NSÍ-Skála (Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum)