Fótbóltslandsliðið vitjar á Glyvrum

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Rúnavíkar kommunu, hugleiðir soleiðis, nú hann hevur landsins bestu fótbóltsspælarar á vitjan:

 

»Hevur tú sæð Johan Cruyff, Ruud Gullit, Bobby Charlton, George Best o.a. frá lektaranum á einum stórum fótbóltsvølli, og sæð ta syrgiligu hendingina, beinleiðis á skíggja, táið Pelé varð skaddur í Onglandi í 1966, so fer tað ongantíð undan húðini aftur. Føroysku landsliðsleikararnir eru komnir í ta somu kategori'una.

 

Táið nýtt graslíki varð lagt á heimavøllin hjá NSÍ við Løkina í Runavík í fjør, avgjørdi býráðið samstundis, at nýtt graslíki skuldi leggjast á gamla hondbóltsvøllin oman fyri skúlan á Glyvrum. Umframt kappróðurin á fjørðinum var mesti aktiviteturin hjá NSÍ á hesum vøllinum, áðrenn fótbóltsvøllurin úti við Mýrarnar var tøkur í 1972. Samstundis var hetta spæliplássið hjá teimum flestu frá skúlaloki til skýming, og nógvir av teimum seinri kendu spælarunum hjá NSÍ er uppvaksnir á hesum vøllinum, sum onkur hevur rópt Glyvraplen ella Plenan á Glyvrum.

 

##med4##

 

Í dag vitjaði fótbóltslandsliðið hjá monnum saman við Håkan Ericson og toyminum kring um landsliðið hendan ”nýggja” vøllin, har spælt var saman við teimum, sum dagliga halda til í skúlanum. Hetta var eyðsýniliga ein líka stór løta fyri tey ungu í dag, sum tað var fyri borgarstjóran í sínari tíð at síggja legendurnar nevndar omanfyri. Mathias Davidsen, Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen, allir uppvaksnir í NSÍ, eiga ivaleyst nógvar góðar løtur á hesum vøllinum - og í dag vitjaðu teir aftur sum landsliðsleikarar.

 

Hetta var ein sera skilagóð avgerð hjá FSF, at leggja leiðina hendan vegin í dag. Ein góður máti at gera fótbóltsspælið til ogn hjá øllum. Loyvdi mær í stuttari røðu at greiða frá, at vit sum smádreingir høvdu nakrar teigar at spæla á – á Hvannadeildini, sum nú er undir Fjøruvegnum, ein teigur innanvert húsini hjá abba mínum og ein annar úti í Runavíkini, sum nú liggur undir svimjihøllini, - sum er á veg. Kann ætla at rituvíkingarnir fyri tað mesta hava spælt í skúlagarðinum í Rituvík. Eftir at hesin vøllurin á Glyvrum var komin, gjørdist hann stadion, har dreingir komu innaneftir, uttaneftir, omanífrá og niðanífrá, fyri at stuttleika sær bæði við hondbólti og fótbólti.

 

##med2##

 

Tað sum bara vóru minnir, gjørdust kanska til ein nýggjan veruleika í dag. Teir báðir, formaðurin og stjórin í NSÍ, ætla í Røllum førum at gera brúk av hesum møguleikanum, nú felag okkara brynjar seg til eina framtíð millum teir bestu aftur.

 

FSF, stóra takk fyri vitjanina í dag.

 

##med3##

 

ES: Av góðum grundum eri eg ongantíð áður biðin um at skriva eina autograf, - men nú siti eg við gø í skøvninginum av einum tusji fyri og øðrum eftir, tað sigur ikki so lítið um kæti teirra ungu í góðveðrinum í dag (sagt í skemti sjálvandi.)«

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##