Tað gekk sum fótur í hosu hjá KÍ í dag. Úrslitið í heimadystinum ímóti EB/Streymi var 3-1. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2003, at klaksvíkingar vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti EB/Streymi.
At tað samstundis endaði 2-2 í Gundadali millum havnarfeløgini, og at tað í gjárkvøldið endaði 2-2 í Runavík millum NSÍ og ÍF ger lagið ikki verri í Klaksvík.
KÍ legði sera bragdliga fyri, og Hjalgrím Elttør og Ndende løgdu heimaliðið framum 2-0. Eftir steðgin var hugburðurin og avrikið hjá EB/Streymi heilt øðrvísi. KÍ varð pressað heilt í botn, og álopini skolaðu ímóti málinum hjá Meinhardti Joensen. Eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen úr vinstru stútaði miðverjin Marni Djurhuus bóltin í KÍ málið, og harvið var støðan 2-1 og stórur spenningur.
Stutt eftir var vongverjin hjá KÍ í høgru Johan Jacobsen rikin av vølli, men klakvsíkingar fótaðu sær. Atli Danielsen umsetti brotsspark til 3-1, eftir at Ndende var farin um koll í brotsteiginum. Eftir tað bar tað einki serligt til hjá yvirmannaða EB/Streymi, og so vann KÍ fyri fyrstu ferð í ellivu ár á heimavølli ímóti EB/Streymi.
---------
Tað endaði 2—2 í Gundadali. B36 var frammanfyri 2-0 í steðginum, og stóran part av 2. hálvleiki sá tað eisini út til, at árstalsfelagið skuldi vinna og harvið økja um leiðsluna í toppinum til átta stig.
Málskjúttar vóru vinstri vongverjin Alex Mellemgaard og Lukasz Cieslewicz.
Men HB reisti seg. Innskifti Pál Mohr Joensen minkaði um munin, eftir at hann sneiddi seg leysan í høgru og fram ímóti dystarenda megnaði miðverjin Rógvi S. Holm at javna til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið. B36 málverjin Tórður Thomsen átti sín lut í útjavnandi málinum, tí hann misti bólin í málið.
B36 kendi seg missa tvey stig, og HB vann eitt stig. Javnleikurin ber við sær, at B36 framvegis er topplið og fimm stig frammanfyri HB.
14. umfar
NSÍ-ÍF 2-2
KÍ-EB/Streymur 3-1
HB-B36 2-2
Skála-AB kl. 17.30
B68-Víkingur kl. 19.00
Støðan
B36 34
HB 29
Víkingur 22
NSÍ 21
KÍ 20
EB/Streymur 19
ÍF 17
B68 9
AB 9
Skála 5
Víkingur, B68, AB og Skála hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir
LIÐUGT
2-2
2-2
Eftir at HB hevur ligið undir mest sum alla tíðina, so er tað í løtuni HB, sum tevjar sigurin. Andrias Eriksen, miðverjin hjá B36, hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Levi Hanssen, sum var á veg ígjøgnum B36 verjuna.
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 2-2
89) 2-2: Rógvi S. Holm 88.
So hevur HB mest sum burtur úr ongum javnað til 2-2. Málskjútti var miðverjin Rógvi S. Holm, tá ið hann royndi seg við skoti úr 35 metrum. Skotinum bilti einki, men B36 málverjin Tórður Thomsen átti sín stóra lut í málinum, tá ið hann misti bóltin í málið.
85) 1-2
Kristin R. Mouritsen hjá HB hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Adeshina Lawal, tá ið B36 var við at mynda skjótt mótálop.
81) 1-2
HB roynir at leggja trýst á, og í fleiri førum hevur talan verið um hornasparksstøður. Men higartil hevur HB ikki spælt seg til upplagda málmøguleikan. Fróði Benjaminsen er alt meiri heilt frammi í álopinum.
Fróði Benjaminsen hjá HB hevur sæð gult.
Róaldur Jakobsen hjá B36 hevur sæð gult.
73) 1-2
Jákup á Borg er farin út, og Rasmus Dan Sørensen er komin inn á B36 miðvøllin.
70) 1-2: Pál Mohr Joensen 70.
So er spenningur aftur í Gundadali. Talan var um einmansavrik. Pál Mohr Joensen breyt ígjøgnum í høgru, sneiddi framvið fleiri áðrenn hann smekkaði til, og bólturin streyk í netið niðri við nærru stólparótina.
Andrew av Fløtum hevur avloyst Poul Ingason í HB álopinum.
65) 0-2
Tað er friðarligt í Gundadali. Í løtuni ber einki boð um, at HB skal vinna seg inn aftur í uppgerðina.
60) 0-2
Poul Ingason hjá HB hevur havt ein møguleika, og B36 hevur havt tveir møguleikar eftir steðgin. Hjá B36 hava Hanus Thorleifsson og Adeshina Lawal verið tætt við.
55) 0-2
Fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin hevur einki verið, sum bendir á, at HB skal megna at venda gongdini¸ sum hon var undan steðginum. HB roynir at leypa á, og nú hevur B36 alt størri hug at bíða og dúva upp á møguleikan at fara í skjótt mótálop. Tað er leiklutur, sum hóvar skjótu og fótfimu B36 spælarunum í fremstu røð sera væl.
50) 0-2
René S. Joensen hjá HB er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Pál Moh Joensen, sum spælir framrættað í høgru.
Poul Ingason kom júst eftir útskiftingina í góða støðu, men hann sendi bóltin upp um málið.
47) 0-2
B36 leggur sera ágangandi fyri eftir steðgin. Tað kennist sum um, at ætlanin er at skora triðja málið beinanvegin og harvið at punktera allan spenning!
Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru við frá fyrsta bríksli.
HÁLVLEIKUR
0-2
Teir eru farnir undir tak í góðveðrinum í Gundadali. Lagið er framúr í B36 skýlinum, meðan tað eru álvarssamar minir í HB skýlinum. Munurin er á liðunum, at B36 liðið er so nógv kaldari í avgerandi støðunum. Tað knípir við hesum hjá HB, sum eftir steðgin eigur risa avbjóðing.
44) 0-2: Lukasz Cieslewicz 43.
Eftir risa HB trýst, har m. a. Andrias Eriksen bjargaði mest sum á strikuni, og har Poul Ingason var tætt við, hevur B36 skorað, og tað kemur sum vátur vøttur í andlitið á HB, ið hevur pressað í eina løtu.
Málskjútti var Lukasz Cieslewicz, sum setti bóltin trygt framvið HB málverjanum. Talan var um skjótt mótálop, har Róaldur Jakobsen átti síðstu og hegnisligu sendingina.
40) 0-1
So hevur HB fyrstu ferð megnað at leggja B36 undir trýst. Fleiri spælarar vóru frammarlaga á vøllinum, og tað endaði við, at Fróði Benjaminsen royndi seg við fluktara, men bólturin fór omanfyri málið.
37) 0-1
Tað er framvegis ikki serliga gott fótbóltsspæl í Gundadali. B36 kennist hava fult og heilt tak á støðuni, og teir í árstalsfelagnum hava góða tíð, tá ið teir skulu avgreiða deyðbóltsstøður.
33) 1-0
Talan er framvegis um nógvar nærdystir, meðan fótbóltsspælið framvegis ikki er í toppi. Nú eru væl fleiri áskoðarar, enn tað vóru fyri hálvum tíma síðani.
25) 0-1
Tað gongur eitt sindur striltið hjá HB at mynda skipað samanspæl og at brúka tíðina, sum skal til. Heldur tykist tað vera strongt hjá heimaliðnum, og tað passar B36, sum er frammanfyri 1-0, væl.
Hjá B36 verjuni riggar tað væl at seta rangstøðufelluna.
20) 0-1
HB hevur fyri fyrstu ferð víst tenn. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen var í góðari støðu, men hann sendi bóltin við síðuna av málinum.
12) 0-1: Alex Mellemgaard 12.
So hevur B36 lagt seg framum í fyrsta gjøgnumspælda álopinum. Vongverjin í vinstru hjá B36, Alex Mellemgaard, var málskjútti, tá ið hann eitt sindur úr høgru! Setti bóltin framvil Teiti M. Gestsson í HB málinum. Lukasz Cieslewicz átti genialu fríspælingina.
10) 0-0
Higartil hava ongir málmøguleikar verið.
5) 0-0
Tað hava verið nógvir nærdystir, og higartil hevur ikki so nógv verið at sæð av skipaðum spæli, men tað man fara at koma.
Merkisvert er tað, at B36 áskoðararnir eru bæði fleiri, litríkari og mælskari enn teir í HB skýlinum.
HB-B36 kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen – Kristin R. Mouritsen, René S. Joensen, Símun Samuelsen - - Poul Ingason
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal
----
LIÐUGT
3-1
Undirmannaðu klaksvíkingarnir hava havt gott tak á tí, síðani Atli Danielsen við brotssparki økti um munin til 3-1.
Egil á Bø var síðstu løtuna frammi í EB/Streyma álopinum, og talan var tá ofta um langar sendingar fram til Egil og Arnbjørn Hansen, men tað spurdist einki burturúr.
75) 3-1: Atli Danielsen br 75.
Tað er dramatikkur í Klaksvík. EB/Streymur hevur verið greitt omaná, men nú er KÍ frammanfyri 3-1. Atli Danielsen hevur umsett brotsspark til mál, eftir at Ndende var feldur.
Klaksvíkingar eru annars undirmannaðir. Vongverjin í høgru hjá KÍ Johan Jacobsen hevur sæð beinleiðis reytt kort.
58) 2-1: Marni Djurhuus 57.
So hevur EB/Streymur minkað um munin. Eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen úr vinstru hevur miðverjin Marni Djurhuus við høvdinum sent bóltin í málið. EB/Streymur er greitt omaná í 2. hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
2-0
Veðrið er av tí fagrasta í Klaksvík, har teir nú eru farnir undir tak at hvíla og ráðleggja, hvussu tað skal farast undir uppgávuna eftir steðgin.
KÍ er frammanfyri 2-0, og heimaliðið hevur havt størstu møguleikarnar. Umframt tey bæði málini so hava bæði Páll A. Klettskarð og Heðin Klakstein verið í sera góðum støðum, men René Tórgarð hevur vart væl fyri.
Hjá EB/Streymi hevur Arnbjørn Hansen onkra ferðina verið framvið, men hóast spælbýtið hevur verið rættiliga javnt, og hava gestirnir ikki verið heilt vandamiklir enn.
45) 2-0: Ndende Adama Guéye 43.
Eftir innlegg úr høgru hevur Ndende við høvdinum økt um KÍ leiðsluna.
30) 1-0
EB/Streymur hevði fyrstu løtuna eftir KÍ málið trýst á heimamálinum. Síðstu løtuna hevur KÍ verið framvið aftur, og Páll A. Klettskarð misnýtti risa møguleika, tá ið René Tórgarð bjargaði.
15) 1-0: Hjalgrím Elttør
Eftir fríspæling úr høgru frá miðvallaranum Ndende, sum undan dystarbyrjan var ivasamur orsaka av skaða, hevur Hjalgrím Elttør sett bóltin í EB/Streyma málið. Fagnaður í heimaleguni, og sjálvandi er Hjalgrím Elttør ovurfegin, nú hann aftur er millum teir fyrstu ellivu og eisini hevur skorað.
KÍ-EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Atli Danielsen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Ivan Joensen, Ndende, Heðin Klakstein – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Niels Pauli Danielen, Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen – Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen