Fótbóltsitalia í øðini

Italia ákærir Portugal og Svøríki fyri avtalað spæl í samband við U21-EM

EM-endaspælið í U21-mansfótbólti verður leikt í Kekkia í hesum døgum. Í gjár blivu seinastu bólkadystirnir í bólki B leiktir. Italia vann 3-1 ímóti Onglandi, og hetta merkti fyri italiumenn, at teir komu víðari úr bólkaspælinum, um dysturin ímillum Portugal og Svøríki endaði við portugisiskum sigri.

 

Tað líktist eisini einum portugisiskum sigri, tá ið Portugal legði seg á odda eftir 82 minuttir. Hetta merkti, at Portugal og Italia leiktu seg víðari úr bólkaspælinum. Men italska gleðin var stokkut, tí at í 88. minutti javnaðu sviðar. Tað er tó tað, sum hendi aftaná, ið italiumenn eru misnøgdir við.

 

Bæði liðini vistu, at tey vóru víðari við javnleiki, og tí tímdu tey snøgt sagt ikki at fara eftir sigrinum. Seinastu minuttirnar trillaðu liðini bóltin ímillum sín og vóru standandi á egnari hálvu, og so endaði dysturin sjálvandi 1-1. Tað merkir, at Italia ikki kom víðari úr bólkaspælinum.

 

- Hatta var avgjørt ikki ein erligur dystur, stendur millum annað at lesa í italskum miðlum.

 

Trýst her, um tú vilt síggja brot úr seinastu minuttunum í dystinum ímillum Portugal og Svøríki.