Fyrrverandi málverjin á føroyska landsliðnum, Jens Martin Knudsen, hevur sjálvur spælt fótbólt í Íslandi og kennir hallirnar har. Hann er sannførdur um, at fótbóltshallir í Føroyum høvdu lyft føroyska fótbólt á eitt hægri stig.
- Venjingin um vetrarnar er ov óstøðug, og menningin hjá einstøku leikarunum er treytað av, at vit hava støðugar og skipaðar venjingar. Tí eru fótbóltshallir ógvuliga avgerandi fyri okkara menning, sigur Jens Martin Knudsen millum annað í samrøðu, sum tú kanst hoyra við at trýsta á pílin undir myndini.
Íslendingar spældu seg týskvøldið til play-off umfarið til HM-kappingina í fótbólti, sum verður í 2014. Uni Arge, sum var viðmerkjari hetta kvøldið í Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum førdi í tí sambandi fram, at ein av orsøkunum til framgongdina hjá íslendska fótbóltslandsliðnum var, at íslendingar hava bygt fleiri fótbóltshallir, sum hava havat við sær, at tey nú spæla fótbólt alt árið í Íslandi.
Í danska Politiken í dag er forsetin í íslendska fótbóltssambandinum, Geir Thorteinsson, endurgivin fyri at siga tað sama. Fótbóltshallirnar, sum íslendingar bygdu fyri tíggju árum síðani, hava havt avgerandi lut í menningini av íslendskum fótbólti.
Hoyr alla samrøðuna við Jens Martin Knudsen um týdningin av fótbóltshallum í Føroyum, sum var á Rás2 í dag við at trýsta á pílin undir myndini.