Fótbóltsfeløg skulu greiða frá rokinum sunnudagin

FSF hevur biðið KÍ, B36 og VB um frágreiðing eftir hendingar undir dystunum sunnudagin

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur biðið KÍ, B36 og VB um frágreiðing, eftir hendingar í dystunum millum KÍ-GÍ og B36-VB sunnudagin. Í báðum dystunum var nakað av roki í, og tilsamans tríggir spælarar fingu reytt kort.

Í Gøtu fekk Allan Mørkøre tvey gul kort, og var vístur av vøllinum í yvirtíðini av dystinum. Eftir útvísingina fór okkurt fram millum Allan og dómaran, sum kappingarnevndin nú vil hava frágreiðing um.

KÍ hevur fingið freist til leygardagin at svara uppá skriv frá FSF og frágreiðingina sum dómarin Oddmar Andreasen hevur skrivað um hendingina.

Í Gundadali var rok millum spælarar hjá VB og B36 í endanum av dystinum, og serliga var tað spælandi venjarin hjá B36, Tomislav Sivic, sum gjørdi um seg. B36 er biðið um senda sína søgu um hendingarnar, og hóast tað ikki er sannlíkt, at Eyðun Kjærbo fær meira enn ein dyst leikbann eftir sítt reyða kort, skal VB eisini geva FSF sína síðu av sakini um rokið millum spælararnar. Freistin hjá VB og B36 er sett til sunnudagin.

Tá FSF hevur fingið svarini frá KÍ, B36 og VB verða málini viðgjørd í kappingarnevndini, sum so tekur sína avgerð. Hetta verður helst fyrst í komandi viku, men koma svarini frá feløgunum inn beinanvegin, er møguligt at tað verður áðrenn vikuskiftið, at avgerðin fellur.

Í kappingarnevndini hjá FSF sita Danjal Andreasen, sum er formaður, Jens Erik Rasmussen, Karl Vidtfeldt, Óli Holm og Mortan Poulsen.

Góðtaka feløgini ikki avgerðina, sum nevndin tekur, kunnu tey kæra avgerðina til dómsnevndina hjá FSF, sum tekur endaliga avgerð. Í dómsnevndini sita Jógvan Páll Nielsen, formaður, Christian Andreasen og Jegvan M. Eliasen.