Fótbóltsáskoðari deyður

Samanbrestur millum áskoðarar hjá Atletico Madrid og Deoprtivo endaði við deyðsfalli

Spanskir miðlar skriva í dag, at ein 43 ára gamal fjeppari hjá Deportivo La Coruna hevur latið lív, tá áskoðarar hjá Atletico Madrid og Deportivo La Coruna fóru til hendur undan dystinum fyrr í dag.

 

Fótbóltsáskoðarin, ið er nevdur av sponksum miðlum sum tann 43 ára gamli Francisco Javier Romero Taboada, bleiv tikið upp úr eini á nærhendis leikvøllinum hjá Atletico Madrid, eftir at tíggjutals áskoðarar hjá feløgunum vóru farnir til hendurs. Hann doyði á sjúkrahúsinum stutt seinni.

 

Umframt áskoðaran, sum doyði, so komu tíggu onnur til skaða í samanbrestinum. Har í millum ein løgreglumaður. 25 fólk er handtikin og mett verður, at eini 180 fólk vóru íblandi hendingini.

 

Forsetin í Atletico Madrid hevur tikið frástøðu frá hendingini og vísir á, at talan ikki eru um fólk, ið teir meta sum fjepparar av felagnum. Heldur sigur hann, at hatta eru víðgongdir bólkar, sum møtast fyri at berjast.

 

Bæði undan og meðan dysturin var, varð arbeitt við at útseta uppgerðina. Hetta bleiv tó ikki til nakað, tí til bar ikki at fáa fatur á røttu fólkunum. Dómarin hevur ikki lov av sínum eintingum at taka ein slíka avgerð í Spania.

 

Spania hevur síðani 90 ini arbeitt málrættað við at fáa tamarhald á ófriði millum fótbóltsákoðarar. Hetta við millum at geva risa stórar bøtur, ára lang bann fyri at koma á stadium og minka um talið av áskoðarum frá útiliðnum.