Fosturtøka: Føroyskar kvinnur fortelja um óttan og skommina

Danska blaðið Politiken hevur hitt fleiri føroyskar kvinnur, sum fortelja, hvussu tað hevur verið at fingið sær fosturtøku í Føroyum

Tað kom óvart á journalistar frá danska blaðnum Politiken, tá teir funnu útav, at allar kvinnur í Kongaríkinum ikki hava sama rætt til fosturtøku. Tí meðan mann í Danmark hevur havt fría fosturtøku síðan 1973, so hava vit í Føroyum enn ikki fría fosturtøku - her er lógin frá 1959 enn í gildi.

Hetta vildi Politiken kanna nærri, og tí hava tveir journalistar verið ein túr í Føroyum fyri at finna útav, hvussu hendan avmarkingin viðvíkjandi fosturtøku ávirkar føroyskar kvinnur. Missiónin eydnaðist, og journalistarnir Rasmus Helmann og Anna Winsløv hittu fleiri føroyskar kvinnur, sum hava fortalt teimum um nervøsitetin, óvissuna, skommina og aðrar avleiðingar, ið fylgja við, tá mann fær sær fosturtøku í Føroyum.

Greinin hjá Politiken er bara fyri haldarar, og tí ber ikki til at lesa alla greinina, um tú ikki ert haldari. Men sami miðil hevur eisini gjørt eitt poddvarp, har ein annar journalistur prátar við áður umrøddu journalistarnar um fosturtøkustríðið í Føroyum. Poddvarpið kallast: Abort på Færøerne – skyld, skam og hemmeligheder - og tú kanst lurta eftir tí HER.

Sambært samrøðuni hava fleiri av føroysku kvinnunum keðilig minni, frá tá tær av fyrstan tíð skuldu spyrja sín kommunulækna um fosturtøku. Summar hava t.d. verið bangnar fyri at fáa noktandi svar, meðan aðrar hava stúrt fyri at blíva dømdar av læknanum, og um læknin kundi funnið upp á at fortalt øðrum um fosturtøkuna.

Ein av teimum føroysku kvinnunum, sum Politiken-journalistarnir hava prátað við, er 23 ára gomul. Kvinnan, sum er dulnevnd, heldur, at føroyska fosturtøkulóggávan er ótíðarhóskandi og sexistisk. Unga kvinnan greiðir soleiðis frá:

– Eg haldi, mann er bangin fyri at blíva hildin uttan fyri í samfelagnum, um mann tosar opið um sína fosturtøku. Eg tori ikki, tí eg stúri fyri at fáa hóttanir, blíva rópt at í náttarlívinum ella missa mínar vinir (...) Fólk fara ikki bara at hyggja niður á meg, men eisini alla mína familju, fortelur hon fyri Politiken.

Lurta eftir øllum poddvarpinum HER.