- Vit tosa ofta um nazismuna. Men fosturtøka er ikki onki øðrvísi enn nazistarnir.
So bersøgin var Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, í Løgtinginum í dag.
Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um trygging ímóti arbeiðsskaða.
Tað hevði Jenis av Rana onki ímóti.
Men hann fekk snarað kjakið inn á spurningin um fosturtøku og harmaðist í hvøssum vendingum, tær fosturtøkur, sum verða framdar.
- Hetta er ein lóg, sum tryggjar tað livandi barnið, men vit hava onga lóg, sum tryggjar tað ófødda barnið.
Hann samanbar fosturtøku við gomlu nazistarnar og hann skilti ikki, at menniskjan um allan heimin kundi søkka so djúpt.
Hann vildi kortini ikki hava forboð fyri fosturtøku í Føroyum, tí so fara bara tær kvinnur, sum hava ráð til tað, bara í flogfarið til Danmarkar at fáa fosturtøkuna framda.
- Hetta fer at elva til enn størri ójavna ímillum tær vælbjargaðu kvinnur, sum hava ráð at seta seg í flogarið til Danmarkar at fáa fosturtøku, og so tær, sum ikki hava ráð til tað.
- Forboð loysir ikki trupulleikan, staðfestir hann.
Ístaðin vil hann hava sosial tiltøk sett í verk, sum hjálpa teimum, sum vilja hava fosturtøku av sosialum ávum. Og nettupp sosialar orsøkir er høvuðsorsøkin til fosturtøkur.
Hann vildi tí hava samgonguna at tryggja øllum rættin lívið, sum hann málbar seg.
Næstan í øllum førum er talan um sosialar trupulleikar og teir kunnu loysast við sosialum átøkum go sostatt kunnu næstan allar fosturtøkur fyribyrgjast.









