Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, fer enn einaferð at elva til orðaskifti á Føroya Løgtingi um fosturtøkur.
Hann hevur javnan reist málið um fosturtøku á Løgtingi, bæði í uppskotum og í fyrispurningum, utan at tað hevur givið tað úrslit, hann vil hava.
Og úrslitið, hann vil hava, er, at fosturtøka skal bannast í Føroyum, uttan tá ið tað stendur um lív og heilsu.
Og nú vit hava fingið nýggjan landsstýrismann í heilsumálum, John Johannessen, eftir at samgongan skrædnaði, fer Jenis av Rana enn einaferð at reisa málið í Løgtinginum.
Hesuferð ger hann tað í einum spurningi, sum landsstýrismaðurin skal svara beint eftir ólavsøku.
Í hesum sambandi tekur Jenis av Rana eitt nýtt og umstrítt sjónarmið upp í málið og tað er umstrídda kjakið um eitt fostur følir pínu ella ikki.
Tað eru tað summi, sum tvíhalda um. Kanningar hava víst tí aftur, men tað eru eisini serlæknar á økinum sum ivast.
Tí spyr Jenis av Rana nú um John Johannessen er kunnugur við sjónarmiðið um at fostur fáa ilt, tá ið fosturtøka verður framd?
Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin kann tryggja, at ongar fosturtøkur verða í Føroyum framyvir
Men kann hann ikki tað, spyr hann um landsstýrismaðurin kann tryggja, at átøk verða framd, sum forða fyri, at fostrið fær ilt.









